Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Heimsins kristnu verða týnd, men miðlar og heimurin geispa

Andøvsløtan | 23/09-2018 22:00

Nú Xi Jinpeng (65 ár) hevur fingið játtað lívlangt einaveldi, líkt tí hjá Mao, frá ovastu leiðsluni á seinastu landstingi kinesiska kommunistaflokkinum, hevur hann táttað kverkratakið um barkan á kinesiska fólkinum á mangan hátt.

Eitt nú hevur kinesiska valdsapparatið sett í verk eftirlit við øllum tí kinesiska fólkinum, 1.400 mió einstaklingum, hvørs virksemi er undir politiskum eftirliti við eini elektroniskari poengskipan, m.a. við vakmyndatólum, sosialmiðlum, keypi og sølu heima sum úti, so hvør einasti persónur er undir umsjón 24/7.

Hon virkar so, at øll fáa “próvtøl” (karakter) fyri alt, tey gera. Alt tað, ið stjórnin loyvir, og sum styrkir politiska valdið, gevur pluss-stig, og allar gerðir hjá fólki, ið býður stjórnarvaldinum ímóti, geva minusstig. “Stigatalvan” hjá hvørjum einstøkum, avger, um tey fáa útbúgving, starv, loyvi til at virka, ferðast o.t.

“Stóribróðir vekir yvir tær,” sum George Orwell so væl sigur tað í bókini 1984.

Tey, ið hava tað svárast í Kina, eru tey kristnu. Ikki ein kristin bók sleppur at verða útgivin í Kina. Politi brýtur inn í kirkjur, samkomur og húsmøti, sorar og brennir innbúgv, bíbliur, bøkur, krossar og alt, ið kristin hava kært. Teirra kristnitrúgv verður knýtt at heiminum, og teirra frælsi sett undir eftirlit og skert.

Hetta er ringasta kristnijagstran í Kina síðan dagar Maos, skrivar sjálvt AP. Henda forfylging er partur av tí nýggja “tankaeftirliti,” ið fólkið skal liva undir.

Kina er ikki enn ringasta land, har kristin líða jagstran, fongsul og píning.

Norðurkorea forfylgir og revsar kristin mest. Karl Marx segði sum kunnugt, at “Átrúni er opium fólksins.” Besta bulvirki móti allari marx- og islamismu er jú kristnitrúgvin. Tí verða kristin forfylgd í sosialistiskum og islamskum londum.

Í t.d. Norðurkorea, Irak, Sýria, Iran, Sudan o.ø. sosialistiskum og islamskum londum verða kristin rænd, neyðtikin, meislað og myrd, skrivar sjálvt AP.

Heimsins fjølmiðlar geispa og venda blindu lið til illgerðirnar móti kristnum. Í yvir 144 londum eru tey kristnu undir støðugum álopum, mental-, krops- og, sálarligum yvirgangi. Kirkjur og samkomuhús verða brotin niður.

80% av allari forfylging í heiminum vegna trúgv er nú vend ímóti kristnum. Vit eru mál fyri heimsumfatandi týning. Politikarar her hjálpa til við atgerðarloysi.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi