Serliga verður hugt eftir: ferð, handhildna fartelefon, trygdarbelti o.ø
Komandi vikurnar fer Politiið at gera ferðsluátøk við skúlarnar í Føroyum. Politiið heitir á øll, um at vísa størsta varsemi, soleiðis at børnini kunnu ferðast trygg í ferðsluni.
Vísið varsemi í ferðsluni – ansið eftir skúlabørnunum
Komandi vikurnar fer Politiið at gera ferðsluátøk við skúlarnar í Føroyum.
Politiið heitir á øll, um at vísa størsta varsemi, soleiðis at børnini kunnu ferðast trygg í ferðsluni.
Børnini í grunddeildini, eru bæði lítil á vøkstri og óroynd í ferðsluni, tí er sera umráðandi at koyra við fyriliti.
Politiið ger kanningarnar fyri at minna foreldur og aðrar bilførarar á at fylgja ferðslulógini við skúlarnar.
Serliga verður hugt eftir:
- Ferð
- Um førarin nýtir handhildna fartelefon, meðan koyrt verður
- Um børnini eru íbundin trygdarbelti og nýta rætta trygdarútgerð
- Um førarin sjálvur er íbundin trygdarbelti
- Um foreldur og avvarðandi minnast til at ansa líka væl eftir øðrum børnum, sum sínum egnu
Politiið ynskir øllum børnum og foreldrum í Føroyum eitt ferðslutrygt og gott skúlaár. Skrivar politiið í dag, á sínum facebook vanga.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur