Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Leggi ikki í at leggja meg út í orðadrátt við Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 24/09-2018 14:55

Leggi ikki í at leggja meg út í orðadrátt við Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu, men tá ið beinleiðis verður sagt ósatt, um hvat er farið fram í málinum um Eirargarð, og tingkvinnan veit betur, enn hon letur, kenni eg meg noydda at koma við einari lítlari rætting. Soleiðis skrivaði Eyðgunn hósdagin í seinastu viku á facebook. Les alt her

Eftir at hava lurtað eftir øllum pørtum og roynt allar møguleikar at ganga ynskjum teirra á møti, tók tað mær nakrar dagar, kanska eina viku og IKKI 18 mánaðir, sum Sonja vil vera við, at taka avgerðina um at byggja nýtt.

Í januar 2017 legði undirritaða eitt uppskot fram um at dagføra Eirargarð. Eg goymdi ongantíð, at uppskotið ikki var meir enn næstbest, tí tað vildu framvegis verða smá rúm og felags baðirúm til búfólkini. Eg helt meg ikki hava annað val, tí umstøðurnar vóru ikki góðar hjá búfólkunum, og tá vóru tær 200 milliónirnar til bústovnar ikki játtaðar. Hesa játtan fekk eg við fíggjarlógini í 2018.

Verkætlanin var upprunaliga mett til 25 milliónir, men avvarðandi høvdu nøkur hugskot til broytingar, ið eg fegin vildi ganga á møti. Tí hækkaði eg játtanina til 30 milliónir, so hetta skuldi bera til. Lógin varð samtykt 15. mai 2017.

Síðan varð bygginevnd sett, ið skuldi royna at sameina hugskotini og fáa peningin at passa. Hetta vísti seg at verða trupult, og tí fór bygginevndin undir at lýsa eitt hugskot, har íbúðir vórðu gjørdar ístaðin, har eina hæddin var til seinheilaskadd. Henda ætlan kostaði eini 25 milliónir meir enn játtað var. Eg tók undir við uppskotinum og lógaruppskot hesum viðvíkjandi varð sent til hoyringar í desember 2017. Ætlanin var at leggja tað fyri Løgtingið í januar.

Kunnað varð um hesa ætlan eisini politiskt, og millum annað luttók Sonja Jógvansdóttir á fundinum. Hoyringarskrivini komu inn seint í desembur, og tóku Megd og Heilafelagið als ikki undir við ætlanini. Ein roynd varð gjørd aftrat við einum fundi í Megd í januar 2018, har Heilafelagið eisini var við, og ítøkiliga verkætlanin varð løgd fram. Hetta bar ikki á mál, og kannaðu vit síðan enn einaferð, um til bar at byggja ein part av hesi verkætlan soleiðis, at tey, ið búgva á Eirargarði, kundu fáa íbúðir, sum tey ynsktu. 
Niðurstøðan kom í mars mánaði í 2018 og vísti, at hetta bar illa til. Tá avgjørdi eg beinanvegin at steðga hesum og fara undir fyrireikingarnar til at byggja nýtt til tey á Eirargarði.

Tann 24 apríl 2018 var fundur í Almannaverkinum, har avvarðandi at húsfólkunum fingu frágreiðing um status á verkætlanini at dagføra Eirargarð og har vóru tey kunnaði um avgerðina at byggja nýtt.

Eftir at hava lurtað eftir øllum pørtum og roynt allar møguleikar at ganga ynskjum teirra á møti, tók tað mær, sum sagt, nakrar dagar, kanska eina viku og IKKI 18 mánaðir at taka avgerðina.

Kanska Sonja Jógvansdóttir hevur ilt av, at eg havi lurtað eftir øllum pørtum og roynt, so vítt gjørligt at ganga teimum á møti, út frá teimum fíggjarligu fyritreytunum, ið eg havi. Tí tað hevur stóran týdning fyri meg, at hesir borgarar fáa so góðar og virðiligar umstøður sum gjørligt.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi