Nýggja kryvjivirkið á Strondum fingið løggilding
“Felagið setir strong krøv til matvørutrygd, reinføri og góðsku,” sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Nýggja kryvjivirkið hjá Marine Harvest á Strondum fekk í gjár løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Løggildingin umfatar framleiðslu av heilum ísaðum laksi, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á síni heimasíðu.
Marine Harvest er heimsins størsta alifelag, og tað hevur eina deild í Føroyum, sum júst hevur opnað nýtt kryvjivirki.
Felagið hevur annars deildir og virkir í Europa og eisini okkurt uttanfyri Europa.
“Felagið setir strong krøv til matvørutrygd, reinføri og góðsku,” sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Hetta setir sjálvandi krøv til góðsku- og framleiðslufólkini, men samstundir hava tey stuðul aftanfyri seg, um á stendur í framleiðsluni.
Í gjár fekk virkið løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Starvsstovan ynskir Marine Harvest góða eydnu við nýggja virkinum, stendur í tíðindaskrivinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur