Fámjin er ikki við í undangóðkenningini
Landsverk bjóðar í dag áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð uppá høvuðsarbeiðstøku av nýggjari farleið til Hvalbiar. Tunnilin til Fámjins er ikki partur av undangóðkenningini.
“Í sambandi við bygging av nýggjari farleið til Hvalbiar bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøku.” Tað stendur í eini lýsing, sum landsverk hevur lagt út á sína heimasíðu í dag.
Fyrr í ár segði landsstýrið, at tunnilin til Fámjins skuldi vera partur av somu verkætlan sum Hvalbiartunnilin, men tað sæst ikki á tilfarinum viðvíkjandi undangóðkenning til arbeiðið við Hvalbiartunlinum.
Um verkætlanina sigur Landsverk millum annað:
“Fyri at dagføra farleiðina millum Hvalba og Trongisvág skal nýggjur tunnil gerast frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. Talan er um ein umleið 2.540 metrar langan tunnil og landsveg frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Landsvegur verður somuleiðis gjørdur frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Nýggj íbinding út í Nes skal eisini gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 3.480 metrar. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og at byrja arbeiðið í 2019. Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2022.”
Landsverk sigur við R7, at arbeiðið verður boðið út, so skjótt sum penginur er játtaður til tað.
Freistin at lata Landsverki tilfar til undangóðkenningina er 26. oktober 2018, kl. 13.00.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur