Gamli Vágbingur er teaturskip í Svøríki
Gamli portugalstrolarin hevur seinastu nógvu árini verið teaturskip. Tað eru bæði ballsalur og fyrilestrasalur í skipinum, sum sær rættuliga snøgt út.
Vágbingur varð bygdur í Portugal í 1959. Vanliga vóru gott 50 mans við einum síðutrolara. Alt bleiv flakt við hond, so tað kravdi nógv fólk. Ongar flakamaskinur og teir fiskaðu tað sama sum eitt minni flakavirkið arbeiður í dag.
Vágbingur bleiv seldur úr Føroyum í 1978. Í 1978 bleiv hann brúktur sum hotelskip í Gøteborg. Í 1982 fór hann til Stockholm, har hann skuldi umbyggjast til ferðamannaskip. Í 1988 fór hann í sigling sum leiguskip. Í 1997 fór hann í sigling sum Teaterskeppet. Ein umbygging var í 2000 og síðan er næstan alt óbroytt.
Nú sær skipið sera snøgt út.
Tað er ein lítil salur, har pláss er fyri 60 fólkum. Stóri salurin hevur pláss til 180 fólk og konferansusalurin rúmar 218 fólkum. Tann stóri salurin er har tað fyrr var saltfiskalast. Konferansusalurin er á dekkinum, sum nú er yvirdekka. Lítli salurin er uppi á brúnni.
Tað eru umleið 130 ymisk tiltøk árliga umborð á gamla Vágbingi.
Til ber eisini at síggja myndir í 360 gradir view her
Ein video við nógvum gomlum livandi myndum sæst her:
Mest lisið í farnu viku

Aliráðstevnan verður 28 februar

Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%

Andakt

Álit um støðu fólkakirkjunnar innan føroysku fyrisitingina og virkisøki umboðsmansins

Bakkafrost úrslit fjórði ársfjórðingur 2024

Flogfar lendi á takinum í Toronto

Krógvaðu 140 milliardir

Lækni nevnir orsøkina til at vit missa evni at minnast

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður: Støðan í heiminum er alsamt meira óviss

Tey ríku og kvinnur sleppa lættari í rættarskipanini

Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast fram í nútíðina

Video: Maður í kajak endaði í kjaftinum á stórhvali
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











