Kæra send til stjóran á Kringvarpi Føroya um fleiri brot á fleiri leiðreglur um góðan fjølmiðlasið
Í dag havi eg, Ingi á Steinamørk, stjóri á R7, sent kæru til stjóran á Kringvarpi Føroya um brot á 7 leiðreglur um góðan fjølmiðlasið í Degi og Viku, tann 8. oktobur 2018.
Tann 8. oktobur 2018 viðgjørdi Kringvarp Føroya tilfarið, ið R7 varpar í síni útvarpsrás, har umboð fyri Sosialin og Dimmalætting, ein løgtingslimur og Mentamálaráðharrin vóru við í sendingini. Einki umboð fyri R7 varð bjóðað við og man hevði ikki biðið um viðmerking frá leiðsluni á R7.
Í sendingini varð borið fram sum fakta, at R7 varpar haturstalu og rasismu. Hetta er manipulatión og grov ærumeiðing av R7, og kemur helst at raka R7 hart fíggjarliga, tí útvarpsrásin verður rikin av at selja lýsingar. Lýsarar vilja sjálvandi ikki setast í samband við haturstalu og rasismu. Men at fáa R7 at tagna er helst eisini ætlanin við herferðini ímóti rásini.
Fyrst mugu vit hyggja eftir hvat rasisma er. Í Oxford Dictionary, og flest øllum øðrum orðabókum, verður rasisma lýst sum: "Fordómar, mismunur ella mótstøða ímóti onkrum sum er av øðrum fólkaslagi, í tí trúgv at eins egna fólkaslag er betri."
Hetta merkir, at tað ikki er rasisma at lýsa ein vánaligan leiðara, eitt vánaligt samfelag ella eina vánaliga mentan, sum hevur verið gjørt í sendingini, Andøvsløtan.
Sum tað seinna mugu vit hyggja eftir hvat haturstala er. Seinastu árini er definitiónin av haturstalu broytt til at merkja: ein og hvør tala, sum talar at persóni ella bólki orsakað av fólkaslagi (rasu), trúgv, etniskum uppruna, tjóðaruppruna, kyni, breki, kynsligum huga ella kynssamleika. Hetta merkir, at hvørja ferð Kringvarp Føroya varpar nakað negativt um kristin sum heild, mannfólk sum heild, konufólk sum heild, samkynd sum heild, hinskynd sum heild o.s.fr. er talan um haturstalu. Men tann upprunaliga, og í summum londum, løgfrøðiliga definitiónin av haturstalu er: tala, gerðir, atburður, skriv ella sýning, ið øsir til harðskap ella skaðiligan atburð ímóti einum vardum bólki ella persóni, av tí orsøk at tey eru limir í tí bólkinum. Einki dømi av hesum er komið av sendingini Andøvsløtan á R7. Harímóti eru nógv føroysk kristin niðurgjørd aftaná varpingina av "Gud Signi Føroyar" á Kringvarp Føroya - m.a. eg sjálvur.
Men tá ið man tekur samanum viðvíkjandi haturstalu, so dekkar tað so breitt og fær alsamt breiðari dekning við tíðini, at niðurstøðan má vera, at tað, sum nú verður definerað sum haturstala, er vart av fríari talu. Um ikki, so kunnu allar tíðindastovur akkurát tað sama bara snara lykilin um við tað sama.
Sum tað síðsta kann eg nevna, at KVF framvegis ikki hevur roynt at seta seg í samband við meg, stjóran á R7, sum undirstrikar hvussu serstakliga vánaligt støði er á Kringvarpi Føroya.
Ingi á Steinamørk, stjóri á R7 Kringvarp
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Sildarok í 1941
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur