Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ætlar Bjørn at forkoma Sjálvstýrisflokkinum?

Politikkur | 21/10-2018 20:00
Vit funnu ein, sum ikki hevur kríggjast í vikuskiftinum

Ósemja er í Sjálvstýri. Bjørn á Heygum finst at sínum egnu, uttan at hava boð uppá betringar. Sjálvstýrisskútan lekur Ad-Hoc og gjøgnum Tobba

Sjálvstýrisflokkurin hevði ársfund í vikuskiftinum. Tað skrivaðu vit um í gjár. Millum annað var Kringvarp Føroya á fundi. R7 var ikki á fundi. Men vit hava sjálvandi nógvar og góðar keldur.

Nú Kringvarpið nýtti høvið at tosa við formannin í suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, so kom bæði eitt og annað fram.

Tað fyrst mær kom til hugs er, at fyri stuttari tíð síðan var formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag í KVF og tosaði um ógegni hjá kommunustýrislimi í Klaksvík. Tað er klárt at ósemja er millum Bjørn á Heygum og sjálvstýrarnar í Klaksvík. Tí undrar tað almikið at nú Bjørn aftur var í KVF, at hann ikki bleiv spurdur um gegni at úttala seg um samtyktir í Klaksvíkar kommunu. 

Bjørn av Heygum kláraði so aftur í dag at dríta í egið reiður. Nú so stutt er eftir til komandi Løgtingsval, er vandamikið við ósemjum í flokkum. Tað kostar nógvar atkvøður til val. Annars finst Bjørn javnan alment at Sjálvstýrisflokkinum.

Annars fekk R7 eisini at vita, at Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, ikki hevði atkvøðurætt á aðalfundinum, sum eisini var hildin í vikuskiftinum. Orsøkin var, at lokalfelagið ikki hevði latið inn limalista og heldur ikki hildið aðalfund. Tá hótti lokalformaðurin við at rýma, heldur enn at biðja um gott veður. Onkur tók synd í teimum og helt tað verða keðiligt at nokta onkrum av gomlu og trúgvu Sjálvstýrismonnunum, sum vóru komnir við lokalformanninum til Klaksvíkar, at luttaka á fundinum. Teir sluppu tíð í vennavold at luttaka á aðalfundinum.

Vit hoyrdu annars lokalformaðurin í suðurstreymi, vísa á, at Sjálvstýri siga sína meining um at flokkurin helt bara tað sama sum aðrir flokkar. Men vit fingu einki boð frá Bjørn uppá hvat Sjálvstýrisflokkurin skal meina. Tað tykist undarligt. Hvat er meiningin við at siga at alt er galið og onki boð hava uppá, hvat skal verða betri?

Tað hevur sjálvandi verið ónøgd í áravís í suðurstreymi um tað at løgtingsmenn úr bíbliubeltinum dominera. Men tað gongur illa at finna valevnir í suðurstreymi, sum kunnu fáa tingsess. Nógv hava bjóða seg fram. Bæði rættuliga væl kend og minni kend. Men felagst tykist verða at tey hugsa um egnan tingsess og gloyma kjarnuveljarar floksins.

Trupult er at meta um núverðandi formann í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag. Men at felagið ikki hevur møtirætt á aðalfundi vegna væntandi innlating av skjølum er óheppið. Tey megnaðu heldur ikki at manna lista til býráðsvalið, og tey eru í stríð við umboð floksins. Tað skal góður vilji til at halda at trupulleikin er aðrastaðni enn í Suðurstreymi.

Tá undirritaði samstundis hevur frætt frá fleiri keldum, at tað umrøtt verður á fundi í Gamla Sjálvstýri av og á verður referera í Ad-Hoc teiminum á Vágaportalinum og í Facebook viðmerkingum hjá Tobba, so skjótt fundurin er liðugur, so er orsøk at halda at tað ikki bara eru tangaskip, sum áttu at havt dupultan skrokk.

Tað er meira enn ein persónur, sum heldur at onkur duld dagsskrá er. Men tað tykist ikki sum tey halda seg vita neyvt hvat dulda dagsskráin er, uttan tað at endamálið er at skaða flokkin.

 


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi