Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Saudi-Arabiski krúnprinsurin kann verða koyrdur frá

Uttanlands | 22/10-2018 14:56
Jamal Khashoggi

Tað at journalisturin Jamal Khashoggi er horvin kann kosta krúnprinsinum sessin.

Seinastu tíðina hava altjóða fjølmiðlar gjørt nógv burturúr málinum um horvna journalistin Jamal Khashoggi, sum 2. oktober fór inn á saudiarabisku sendistovuna í Istanbul, og síðani sá eingin hann aftur. Men hví hevur henda søgan vakt so stóran áhuga?

Ikki bara journalistur

Jamal Khashoggi var ikki bara ein atfinningarsamur journalistur, men hann hevði tætt tilknýti til kongsfamiljuna, og var roknaður sum ein ið kundi hótta valdið hjá krúnprinsinum í Saudi-Arabia.

Sjálvur var hann ikki kongaligur, men hoyrdi til eina sera navnframa ætt í Saudi-Arabia, og gjøgnum nógv ár hevði hann tætt samband við kongsfamiljuna umvegis fleiri álitisstørv. Til dømis var hann ráðgevi hjá stjóranum fyri fregnartænastuna, og á ungum árum var hann millumgongumaður millum kongsfamiljuna og Osama bin Laden. Hetta gjørdi hann til ein lyklapersón, ið kundi hótta valdið hjá kongshúsinum.

Longu í 70-árunum meldaði hann seg inn í Muslimska Brøðralagið, og hóast hann í sínum greinum vísti til frælsisrættindi og fólkaræði, so duldi hann ikki, at hansara politiski dreymur var at virka fyri Muslimska Brøðralagið í Miðeystri. Millum annað hetta gjørdi hann til fígginda hjá kongshúsinum, sum sær Muslimska Brøðralagið sum erkafígginda.

Khashoggi stuðlaði harumframt eisini Arabiska Várinum, sum í 2011 hevði við sær kolveltingar í Tunis og Egyptalandi.

Eftir at vera flýddur til USA í 2017 stovnaði Khashoggi ein politiskan flokk ella felagsskap við navninum “Fólkaræði fyri arabiska heimin nú”. Endamálið var at virka fyri og stuðla politiskum islam gjøgnum demokratisk val í Miðeystri. Fyri Saudi-Arabia varð hetta roknað sum ein beinleiðis krígsavbjóðing.

Atfinnarar hvørva

Tí var Khashoggi nógv meira enn bara ein atfinningarsamur journalistur. Hann var samtíðis ein beinleiðis hóttan móti kongshúsinum, og slíkir persónar hava tað við at hvørva.

Hann er nevniliga ikki tann fyrsti atfinnarin ella kappingarneytin hjá kongshúsinum, sum verður burturfluttur. Fleiri prinsar eru horvnir, og nú lóðar, at krúnprinsurin, eftir hendingina við Khashoggi, møguliga verður skiftur út við Saudi Arabiska sendimannin í USA, Khalid bin Salman, sum er ein yngri beiggi hjá krúnprinsinum. Hann fór í síðstu viku brádliga heim til Riyadh, uttan at grundgeva fyri, hví hann fór. Og tað í sær sjálvum er løgið, nú Saudi-Arabia er í eini av sínum størstu kreppum, uttan at sendimaðurin er til staðar í Washington.  

Lítið er at ivast í, at besti og lættasti mátin hjá Saudi-Arabia at sleppa út úr íkomnu kreppuni er at taka valdið frá krúnprinsinum.

 

Kelda: Pov. International


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi