Hava lýst eftir stjóra fyri slakar 50.000 krónur
Kringvarpið hevur lýst eftir nýggjum stjóra fyri slakar 50.000 krónur umframt mvg. Tað vísir innlit, sum R7 hevur fingið.
Kringvarpið hevur sent okkum hetta yvirlitið, sum vísir hvussu nógv stovnurin hevur lýst fyri, í sambandi við at leitað verður eftir nýggjum stjóra:
Á portal.fo - 785 kr. u/mvg
Á vp.fo - 6.000 kr u/mvg
Í Dimmalætting - 6.000 kr u/mvg
Á dimma.fo - 531,33 kr u/mvg
Á in.fo og Sosialinum - 15.000 kr. u/mvg
Í Norðlýsinum og Nordlysid.fo - 13.000 kr. u/mvg
Á starvsportal - 5.400 kr u/mvg
Eftir áheitan frá JN.fo og R7.fo var nokta at lysa á teimum portalunum.
Fyrisitingarleiðarin stýrdi lýsingunum
Tað var tann 14. juni í ár, at Johnny í Grótinum fór frá sum stjóri í Kringvarpinum. Nevndin í KVF setti beinanvegin Kára Sólstein sum fyribilsstjóra, og ein ætlan varð løgt at lýsa eftir nýggjum stjóra til stovnin. Nevndin lat hesa uppgávuna uppí hendurnar á fyrisitingardeildini á stovninum.
Jákupa Mikkelsen, sum er fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum sigur við R7, at hon tók endaligar avgerðir um stjóralýsingarnar.
“Eg kann leggja afturat, at tá ið stýrisformaður heitti á meg um at fáa stjóralýsingina út, so avgjørdi eg at lýsa í somu miðlum sum í 2017, tá ið Kringvarp Føroya eisini lýsti eftir stjóra (stýrisformaðurin sendi lýsingina út í 2017). Eftirfylgjandi avgjørdi eg tó at senda stjóralýsingina til Starvsportalin, hetta fyri betri at røkka útisetum.”
20 umsóknir komu inn til stjórastarvið. Av teimum vóru 16 menn og 4 kvinnur.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur