Tvístøða (44) - Øll sendingin
Kjaksending við Harry Knudsen, Arna Zachariassen og Sunnevu Mohr. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (2:15) "Hoyrdi tvey pør sita og práta til ein føðingardag. Samrøðan var um brúðarvígslur, um prestar og um hvør prestur var nóg trúgvandi at gifta tað eina parið.
Hoyrdi at tey grundgóvu fyri hví tey ikki vildu, at presturin í teirra øki skuldi gifta tey. Grundgevingin var, at presturin í teirra øki uppafturgifti fólk, ið vóru skild, at hann drakk alkohol, at hann ikki hevði úttalað seg at vera ímóti hjúnabandslógini osfr.
Má siga at eg var ovfarin, hvat fyri rætt hava fólk at siga, hvør er nóg trúgvandi og ikki? Hvat halda tit um hetta?"
Spurningur 2: (20:40) "Jørgen Niclasen hevur vegna Fólkaflokkin, lagt fram uppskot um at broyta viðurskiftini í samband við barnaansingargjald.
Í viðmerkingunum sæst m.a. at endamálið við uppskotinum er at geva foreldrum frælsi, so at tey sjálvi kunnu velja ansing til síni børn og fáa tað endurgoldið, ið kommunan rindar fyri ansingini."
Spurningur 3: (40:25) "Sambært nýggjum tølum frá Heilsumálaráðnum, so vóru umleið 130 børn og ung ávíst til kanning og viðgerð á Psykiatriska deplinum.
Tað er nógv meira enn varð væntað, tá ið barna- og ungdómspsykiatriin varð sjósett fyri nøkrum árum síðani. Tá væntaðu man umleið 80 um árið.
Ráðið sigur, at tey ungu, sum verða innløgd, eru í vanda fyri at beina fyri sær, hava álvarsamt etingarólag ella eru psykotisk.
Hvat heldur panelið um hetta? Hví er trupulleikin við vánaligari sálarheilsu so stórur í Føroyum? Og hvat kann man gera?"
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











