Tvístøða (45) - Øll sendingin
Kjaksending við Harry Knudsen, Arna Zachariassen og Sunnevu Mohr. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (4:00) "Kring allan vesturheimin er politiska landslagið vorðið meira polariserað og retorikkurin meira spjaðandi.
Spurningar um framsøgufrælsi, innflyting, veðurlagsbroytingar og fíggjarligar raðfestingar eru vorðnir eldfimari enn nakrantíð, tykist tað.
Men hvussu er í Føroyum? Kann støðan her líknast við hana í eitt nú Amerika ella Bretlandi ella í Svøríki? Hvat heldur panelið?"
Spurningur 2: (19:10) “Eg og maðurin eiga trý børn. Tey elstu hava klárað seg væl í barnagarði og ganga nú í skúla. Tann yngsta dóttirin, sum nú er tvey ára gomul, gongur í vøggustovu.
Hvønn morgun tá vit byrja at tosa um at fara í vøggustovu, blívur hon kedd, hon vil ikki avstað og vísir týðiliga, at hon ikki ætlar sær nakran veg.
Tá vit koma í barnagarðin við henni, blívur hon bara enn keddari. Hon vil ikki inn í vøggustovuna, hon grætur og neyðheldur sær í okkum til starvsfólkini mugu skræða hana úr ørmunum á okkum.
Starvsfólkini siga, at tað blívur betur tá vit eru farin, men at hon gongur og spyr eftir okkum allan dagin.
Hetta er ikki til at halda út. Vit ganga konstant við ringari samvitsku. Hvat skulu vit gera?"
Spurningur 3: (39:15) “Eg og maðurin hava verið gift í nøkur ár. Hjúnalagið er sum so fínt, men tað er ein trupulleiki, ið blívur við at spøkja: Pengar.
Vit arbeiða bæði, og forvinna nøkulunda tað sama. Lønin er ikki beinleiðis høg, men hon er okay.
Men vit hava ikki felags fíggjarviðurskifti. Eg fái mína løn, og hann fær sína, og so ráða vit – hvør í sínum lagi – yvir okkara pengum. Hetta gevur trupulleikar tá ið dagligdagurin skal fíggjast. Eg endi ofta við at keypa mat, klæðir til børnini og líknandi... Men hann vil ikki brúka "sínar pengar" uppá sovorðið.
Tá ið eg nevni tað fyri honum, fýsir hann eftir mær og sigur, at tað er ikki hansara uppgáva at gjalda fyri alt, og at hann longu betalur nokk. Men tað ger hann ikki. Eg gjaldi næstan alt, og av tí sama havi eg ongar pengar eftir til mín sjálvs. Hvussu loysi eg hendan trupulleikan?”
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











