Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

“Maki 1” og “maki 2” er ramasta álvara

Politikkur | 08/11-2018 11:30

Síðst í september mánaði setti Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein áhugaverdan fyrispurning, har hann spurdi, um tað veruliga er satt, at vígslubrøv og hjúnabandsbók nú eru gjørd kynsneutral, soleiðis at orðini “kvinna” og “maður” eru strikað í samband við hjúnavígslu – og orðini “maki 1” og “maki 2” nú verða nýtt í staðin.

Svarið er nú komið frá landsstýrinum og verður viðgjørt á tingi seinni í dag, 8. nov.

Og tað er veruliga soleiðis, sum Jógvan á Lakjuni óttaðist fyri!

Landsstýriskvinnan váttar, at orðini “kvinna” og “maður” eru strikað úr vígslubrævinum, soleiðis at einans nøvnini á persónunum standa á vígslubrævinum. Og í hjúnabandsbókini, sum er skjalið, sum hjúnini skrivað undir, stendur ikki longur “maðurin” og “kvinnan, men “maki 1” og “maki 2”.

Landsstýriskvinnan tekur onga ábyrgd av hesum, men gevur danskarum skuldina!

Fyrispurningurin hjá Jógvan á Lakjuni var soljóðandi:

1.     Er tað veruliga satt, at orðini ”maður” og ”kvinna” eru strikað á tí nýggja vígslubrævinum, sum hjún fáa í sambandi við borgarligt giftarmál?

2.     Er tað rætt, at í hjúnabandsbókini í staðin fyri ”kvinnan” og ”maðurin” nú stendur ”maki 1” og ”maki 2”, og at tey eisini skriva undir við hesum heiti?

3.     Hvussu nógv ”pør” av sama kyni eru gift í Føroyum, síðan lógin varð broytt?

4.     Hví skulu vígslubræv og hjúnabandsbók hjá øllum teimum mongu pørum við kvinnu og manni, sum giftast, verða kynsneutral, bara tí at kanska okkurt hendinga ”par” av sama kyni verður gift?

5.     Hví verða ikki serlig oyðubløð gjørd til tey fáu, í staðin fyri at ein alstórur meiriluti skal diskriminerast á henda hátt orsakað av einum pinkulítlum minniluta?

6.     Hvør myndugleiki hevur givið boð um at broyta hesi hátíðarligu oyðubløð á henda hátt?

7.     Væntar landsstýrismaðurin, at fleiri lógar- og kunngerðarbroytingar ella aðrar broytingar fara at koma orsakað av tí kynsneutralu hjúnabandslógini? Og um so er, hvørjar?

Svarið hjá Sirið Stenberg er soljóðandi:

Til spurning 1
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur fingið upplýst frá Børne- og Socialministeriet í Danmark, at tey tóku avgerð um at dagføra vígslubrævið, tá ið broytingarnar í hjúnabandslógini vórðu settar í gildi í Føroyum tann 1. juli 2017. Broytingarnar høvdu við sær sum kunnugt, at persónar av sama kyni kundu giftast borgarliga í Føroyum. Hetta hevði við sær m.a., at “kvinna” og “maður”, síðani 1. juli 2017, eru strikað úr vígslubrævinum, soleiðis at einans nøvnini á persónunum standa á vígslubrævinum.

Til spurning 2  
Sambært Børne- og Socialministeriet varð hjúnabandsbókin eisini dagførd í sambandi við, at broytingarnar í hjúnabandslógini vórðu settar í gildi, soleiðis at tað síðani tann 1. juli 2017 hevur staðið “maki 1” og “maki 2” í hjúnabandsbókini.

Til spurning 3
Heilsu- og innlendismálaráðið liggur ikki inni við hagtølum um, hvussu nógv pør av sama kyni verða gift í Føroyum. Ráðið hevur tí spurt kommunur og sýslumenn, sum hava heimild at gifta pør borgarliga, hvussu nógv pør av sama kyni, tey hava gift. Í flestu førum hevur ráðið fingið upplýst, at ongin av sama kyni er giftur í teirra kommunu/sýslu. Har kommuna hevur gift pør av sama kyni, hevur ráðið fingið upplýst, at tá pør verða borgarliga vígd, verður tað ikki skrásett, hvat kyn tey eru. Soleiðis hevur tað ikki verið møguligt at fáa upplýst, hvussu nógv pør av sama kyni eru gift í Føroyum.

Til spurning 4 og 5
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur ikki kunnleika til, hví danskir myndugleikar hava broytt vígsluoyðubløðini á tann hátt, sum tey hava gjørt. Sambært Børne- og Socialministeriet er sami leistur brúktur í Føroyum við at dagføra m.a. vígslubræv og hjúnabandsbók, sum varð nýttur í Danmark, tá ið líknandi broytingar í hjúnabandslógini fingu gildi har.

Sum kunnugt er familjurættarliga økið yvirtikið á ólavsøku í ár. Tað merkir, at lóggávuvaldið og útinnandi valdið á familjurættarliga økinum við yvirtøkuni er flutt frá donskum til føroyskar myndugleikar. Eftir yvirtøkuna hava føroyskir myndugleikar tí møguleika at fremja broytingar í oyðubløðunum og eisini taka støðu til, um tey skulu talgildast v.m.

Eg havi ikki verið vitandi um, at broytingar vórðu gjørdar í oyðubløðunum í 2017, og eri ikki varug við hesar broytingar, fyrr enn málið kom alment fram fyri kortum. Tí eru broytingar ikki gjørdar á vígsluoyðubløðunum, eftir at yvirtøkan er framd, men eg taki undir við, at oyðubløðini verða tillagað, soleiðis at tað fyriliggja oyðubløð til ávikavist hinskynd og samkynd pør. Eg meti, at hetta arbeiðið kann verða gjørt rímiliga skjótt í samráð við avvarðandi myndugleikar.

Tann 1. oktober í ár bleiv málsøkið flutt undir landsstýriskvinnuna í almannamálum at umsita. Tí havi eg umrøtt málið við hana og kann upplýsa, at hon eisini tekur undir við at fremja nevndu broytingar í næstum.

Til spurning 6
Sum kunnugt vóru tað danskir myndugleikar, sum umsótu økið, tá ið broytingarnar vórðu framdar. Tað var Børne- og Socialministeriet sum broytti vígsluoyðibløðini í sambandi við, at broytingarnar í hjúnabandslógini fingu gildi tann 1. juli 2017.    

Til spurning 7
Eg eri ikki vitandi um aðrar broytingar. Tað skal samstundis viðmerkjast, at eg umsiti ikki familjurættarliga økið longur og havi tí ikki ábyrgdina av at fremja møguligar broytingar innan málsøkið.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi