Tvístøða (46) - Øll sendingin
Kjaksending við Harry Knudsen, Arna Zachariassen og Sunnevu Mohr. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (2:10) "Eg eri ein gift kona við tveimum børnum á 10 og 12 ár. Fyri nøkrum vikum síðani skuldi eg inn á telduna at leita eftir onkrum, sum eg hevði verið inni á fyri nøkrum døgum síðani. Eg fór inn á “historie”, blaðaði niður á breddanum og kom fram á nakað, sum gjørdi meg sera kløkka.
Á breddanum sá eg at onkur hevði verið á fleiri porno síðum. Tað sum gjørdi meg kløkka var, at tað ikki var “vanligt” porno men gay porno. Eg hugsaði beinanvegin um tað var maðurin, men hinvegin, hví skuldi hann hugt at gay porno, er hann samkyndur? Ella kann tað vera børnini, ið hava verið uppá spæl?
Havi torført við at taka hetta upp í húsinum. Er tað maðurin, so er tað sera pínligt fyri hann um eg taki tað upp, og um tað eru børnini, so veit eg heldur ikki um tað er rætt at taka tað upp. Hvat skal eg gera?"
Spurningur 2: (19:30) “Nú kjakast verður um løgfrøðiligt kynsskifti á tingi, eru tey í LGBT Føroyar komin við eini áheitan á tingfólk, um at vísa hógv og virðing fyri teimum menniskjum, sum lógaruppskotið rakar og teirra avvarðandi undir viðgerðini av málinum.
Panelið hevur fyrr viðgjørt tónalagið í almenna kjakinum í Føroyum. Halda tit, at tað veruliga er neyðugt við slíkari áheitan?"
Spurningur 3: (38:50) “Nýggj tøl frá Hagstovu Føroya vísa, at talið av fosturtøkum í Føroyum minkar og minkar, og talið av fosturtøkum í 2017 var tað lægsta nakrantíð.
Í Føroyum eru nú 29 fosturtøkur fyri hvørji 1000 børn, ið verða fødd. Í ES londunum er miðaltalið 200. Hví er tað so stórur munur?”
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











