Laksafoss sleppur ikki í Sjálvstýrisflokkin
Landsnevnd Sjálvstýrisflokkin hevði fund í gjár og har varð avgjørt, at Magni Laksafoss sleppur ikki uppí Sjálvstýrisflokkin. Men formaðurin sigur við VP at Magni er vælkomin í flokkin
Formaðurin í Landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum, Rógvi Fossadal, sigur í dag við Vágaportalurin, at Magni Laksafoss er vælkomin í Sjálvstýrisflokkin.
R7 tosaði við onnur í Sjálvstýrisflokkinum og fekk ábending um at okkurt undarligt var við hesari fráboðan. Síðan ringdu vit til Lassa Klein. Lassi Klein er skrivari og segði, at sum skrivari var hann skrivari fyri allan Sjálvstýrisflokkin, og vísti til Jógvan Skorheim, sum er floksformaður.
Vit hava júst nú tosað við Jógvan Skorheim. Hann váttar, at fundur var í Landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Landsnevndin avgjørdi við rímuliga greiðum meiriluta at nokta Magna Laksafoss at blíva limur í Sjálvstýrisflokkinum.
R7 hevur eisini tosað við onnur í Sjálvstýrisflokkinum, sum hava váttað, at meirilutin var ímóti at geva Magna Laksafoss limaskap.
Vit hava nú fingið fatur á Rógva Fossadal, sum er formaður í Landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann sigur, at tað er ikki rætt, at tað er nøkur samtykt um at Magni Laksafoss ikki skal sleppa upp í Sjálvstýrisflokkin. Hann sigur, at tað framvegis er soleiðis at øll, sum taka undir við stevnuskránni, kunnu gerast limir.
Tí er púra greitt at floksformaðurin og landsnevndarformaðurin ikki hava somu uppfatan av seinasta Landsnevndarfundi, sum var í gjár.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Broytingar í sjófeingislógini
Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir
Kommunuval ógilda og umval
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Stórur fiskur etur lítlan fisk (dronovideo)
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur