Húsagarður varveittur talgilt
Í heyst viðgjørdi Tórshavnar kommuna byggiloyvi í sambandi við komandi bygging av hotelli hjá Smyrilline-samtakinum við Oknarveg í Tórshavn.
Í tí sambandi var viðgjørt ,hvat skuldi gerast við Húsagarð. Húsini vóru ikki friðaði. Niðurstøðan hjá Tjóðsavninum var ikki at friða húsini, tí at so avmarkað var eftir av upprunabygninginum, ið stóð við Húsabrúgv á Reyni.
Tað var umrøtt hvørt húsini áttu at varðveitast úr frá øðrum metingum, og niðurstøðan bleiv at gera ávísa skráseting og uppmáting av elsta partinum av Húsagarði, í samráði millum Tórshavnar býarsavn, Býarskipanardeildina og Tjóðsavnið. Tað skrivar Tòrshavnar Kommuna í dag.
Avgjørt var at fáa EYA arkitektar at gera eitt savn av myndum av øllum innaru veggunum við mátfastum amboði, umframt eitt 3D modell uttan gjørt við dronu. Saman við myndatilfarinum av garðinum hjá Tjóðsavninum, er garðurin væl skjalfestur og er til taks um og tá ynski og brúk er fyri tí. Eisini kann tilfarið nýtast at endurskapa (rekonstruera) Húsagarð, um tað gerst viðkomandi.
Til ber at síggja eitt rátt preview av 3D-modellinum her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur