Tvístøða (47) - Øll sendingin
Kjaksending við Harry Knudsen, Arna Zachariassen og Sunnevu Mohr. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (2:15) "Í seinastuni hevur nógv verið at hoyra um Glasir - enn ein almenn verkætlan, ið bleiv nógv dýrari enn upprunaliga ætlað.
Tað hendir ferð eftir ferð, tað almenna fer undir okkurt, sum so endar við at kosta fleiri milliónir meir enn tað skuldi. Og tað ringasta er, at tað er skattapengarnar hjá Palleba ið tey skalta og valta við.
Og hvat gera politikarnir tá ið pengar mangla í? Meir skatt! Meir avgjøld!
Blívur hetta ikki ov stuttligt? Kann man vera tað bekentur at blíva við at lóggeva pengarnar hjá Palleba niður í egnan lumma, ella til eitt ella annað ørvitisprojekt ið man sjálvur dámar?"
Spurningur 2: (23:50) “WHO hevur mælt til at sálarfrøðingar og aðrir heilsuarbeiðarar kring heimin byrja at viðgera sorg sum eina sálarsjúku. "Prolonged Grief Disorder" eitur tað, ella "viðvarandi sorgarórógv".
Men er hetta ikki sjúklig-geringin av einum náttúrligum, um enn óbehagiligum tingi? Ella eru tað summi, har sorgin veruliga hevur so álvarsligar fylgjur, at teimum skal handast ein diagnosa?”
Spurningur 3: (38:30) “Nú um dagarnar hevur nógv tos verið um fólkaskúlan, um tali av skúladøgum. Fleiri røddir hava verið frammi, ið halda, at føroysk børn eru ov nógv í skúla. So vítt eg havi skilt, ætlar man at lækka talið við 8 døgum. Summi hava eisini ført fram, at skúladagurin sjálvur er ov langur.
Hvat halda tit? Er tað ikki gott, at børnini ganga nógv í skúla og læra eina rúgvu? Ella kann tað blíva ov nógv av tí góða."
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











