Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Livradeiggi hjá Jón Joensen, hagfrøðingi

Innanlands, Lesarabrøv | 22/11-2018 00:16

”Hagtøl eru sum livradeiggj. Øll vilja brúka tað, men ongin ynskir at vita, hvussu tað er blivi til!” Nakað soleiðis siteraði Søren Bruhn ein av sínum professarum, einaferð vit báðir komu í prát, meðan eg starvaðist á Hagstovuni og hann í Fíggjarmálaráðnum. Hetta rann fram fyri meg, nú eg í kvøld læs ófantaligu almennu viðmerkingina hjá Jón Joensen, starvsfólki á Hagstovu Føroya, til mína atfinning av danska tjóðbankanum fyri at taka fólkatalsframrokningina hjá Hagstovuni fyri áljóðandi.

Eg man hava traðka á eina eyma tá hjá hesum góða manni, síðani hann soleiðis fer úr sínum góða skinni fyri at vísa á, at hansara manglandi profetisku gávur eru orsøkin til, at Hagstovan ger stokastiskar fólkatalsframrokningar í staðin fyri deterministiskar sum tær hjá Danmarks Statistik.

Endamálið við viðmerking míni ”Tjóðbankin mistekur seg, tí Hagstovan mistekur seg” var at gera vart við systematiska skeivleikan í framrokningini av fíggjarliga haldførinum, sum liggur til grund fyri tilráðingini hjá Tjóðbankanum, ið er eitt avrit av tilráðingini hjá føroyska Búskaparráðnum. Á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í mai 2015 gjørdi eg vart við sama trupulleika, har stjórin frá danska búskaparráðnum gav mær púra rætt í, at tað hevði verið betri við greiningum av ymiskum framtíðarmyndum við støði í deterministiskum fólkatalsframskrivingum. Og tá eg fyrst í hesi vikuni tosaði við greinaran í Tjóðbankanum, gav hann mær rætt í, at hetta er eitt viðkomandi fakligt kjak at taka upp.

Hagstovan hevur valt at gera eina stokastiska fólkatalsframrokning, sum m.a. eisini vísir óvissuna um samansetingina av fólkatalinum í framtíðini. Eitt nú vísir framrokningin, at fólkatalið við 95% sannlíkindi fer at liggja millum 35.424 og 71.443 í 2048, meðan miðvirðið er 53.777. Men Búskaparráðið og nú eisini Tjóðbankin brúka miðvirðið fyri bæði fólkatal og samansetingina í teirra útrokning av búskaparliga haldførinum. Niðurstøða teirra er, at landskassin eigur at tátta í fyri 5% av BTÚ ella 950 milliónir krónur. Antin skal landið krevja so nógv meira inn í skatti og avgjøldum, fremja sparingar fyri somu upphædd ella eina samanseting av hesum – hvørt ár næstu 30 árini.

Eg eri heilt við upp á, at vit ikki skulu seta okkara álit á profetagávurnar hjá Jón Joensen, tá vit tilrættisleggja búskaparpolitikkin næstu 30 árini. Men boðskapur mín er, at vit kunnu heldur ikki seta okkara lít á rokniørkini hjá Jón við verandi fortreytum, har ógvusliga fráflytingin kreppuárini í 1990unum fyllir í framrokningunum. Hetta gevur eina systematisk skeiva og ov dapra framrokning av fráflyting, ið fær álvarsligar politikk konsekvensir, um tær vera tiknar í álvara. Rætt skal vera rætt, framrokningin hjá Jón vísir eisini stóru óvissuna í tølunum. Ein óvissa so stór, at ætlanarlegging grundað á hetta skal takast við størsta fyrivarni. Livradeiggið er so at siga ikki egna sum mannaføði.

Tí liggja stóru mistøkini eisini hjá Búskaparráðnum og Tjóðbankanum, ikki hjá Hagstovuni. Ella Jón Joensen fyri tann skuld.

Men eg gevi ikki nógv fyri turkatrúnni hjá Jón Joensen uppá, at hann ger nakað meira vísundaligt við eini stokastiskari framrokning enn tí deterministisku hjá Danmarks Statistik. Jón tykist halda, at tá hann tekur nøkur søgulig data og ger 10.000 tilvildarligar útrokningar við støði í hesum, so er tað vísundaligt í sjálvum sær. Fleiri hundrað síðurs drúgva dokumentatiónin hjá Danmarks Statistik fyri teirra fortreytum fyri eitt nú til- og fráflyting í teirra deterministisku fólkatalsframskriving er nógv meira hagfrøðiliga vísundalig enn 10.000 excel-ørk.

Ímynda tær, at gamli arbeiðsgevari mín DREAM, sum stendur fyri framrokningunum fyri Danmarks Statistik, hevði brúkt stokastiska framrokning grundað á tølini síðstu 30 árini. Tá hevði framrokningin systematisk sæð burtur frá, at myndugleikarnir seinnu árini hava innført ein munandi strammari tilflytarapolitikk enn var galdandi fyrstu tvey áratíggini í tíðarskeiðnum. Framrokningin hevði tá verið systematisk skeiv og óvísundalig. Hetta ger DREAM tó sjálvandi ikki.

Og ímynda tær, at føroysku myndugleikarnir høvdu fylgt tilráðingini frá serfrøðini og hækkað játtanina til Fróðskaparsetrið og bøtt munandi um lestrarmøguleikarnar í Føroyum, ið hevði við sær, at alt fleiri ung velja at útbúgva seg og seta búgv í Føroyum. Men at somu myndugleikar grundað á nøkur miðaltøl fyri fráflytingina síðstu 30 árini allíkavæl velja at skerja játtanina til útbúgvingarøkið og lestraríbúðir aftur, tí Búskaparráðið og Tjóðbankin siga búskapin vera óhaldføran grundað á miðvirðini í eini stokastiskari framrokning hjá Jón Joensen. Hetta hóast sama stokastiska framrokning vísir so stóra óvissu í tølunum, at tey skulu takast við størsta fyrivarni.

Jón skal vera vælkomin at brúka tí uppskrift honum líkar til livradeiggj. Men mær hóvar lítið, at hann við speisemi tileinkisger sínar starvsfelagar í Danmarks Statistik og mínar fakliga undirbygdu atfinningar av nýtsluni av hansara livradeiggi.

Vinarliga

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi