Rák (26) Tilgjørt vit og 5G tøkni
Tøkni er á skrá hesa vikuna, har vit fara í dybdina við tilgjørdum viti, sum á enskum eitur artificial intelligence, og við 5G tøkni.
Vit hoyra m.a. hvussu tilgjørt vit kann broyta arbeiðsmarknaðin, um hvørjar avbjóðingar og ágóðar tilgjørt vit fer at hava við sær. Vit hoyra eisini um 5G, sum Føroya Tele í samstarvi við kinesiska felagið Huawei fer at bjóða føroyingum í komandi ári. Føroyingar verða millum tey fyrstu í heiminum at fáa hesa tøkni. Vit hoyra um samstarvið við Huawai, um hvørjar møguleikar 5G fer at slóða fyri og tosað verður eisini um hvørja ávirkan 5G hevur á umhvørvið og heilsu.
Í sendingini tosar Annika Bolton Mortensen við Jónu Olsen, sum er verkfrøðingur og rakstrarstjóri hjá Føroya Tele, og við Hannes Gislason, sum er útbúgvingarleiðari fyri KT verkfrøði á Setrinum og professari í kunningar- og samskiftistøkni.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frídømt í Landsrættinum
Hjartaliga takk fyri
Klokkuklárt sjálvmál
Kommunuvalið í Oyndafirði
Krógva seg fyri veljarunum
Lygn samgongan
Medisinkistur
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Skal tunnilsgjaldið í Eysturoyartunlinum brúkast til at rinda fyri Suðuroyartunnilin?
Soleiðis ferðast Tunfiskur
Styrkja tilbúgvingina
Ukraina hevur skotið langtrøkkandi rakettir inn í Russland
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur