Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Tvístøða (48) - Øll sendingin

Tvístøða | 30/11-2018 18:00
Harry Knudsen, Tóri Højgaard, Arni Zachariassen og Sunneva Mohr

Kjaksending við Harry Knudsen, Arna Zachariassen og Sunnevu Mohr. Tóri Højgaard er vertur.

Spurningur 1: (4:40) "Las eina grein herfyri, at fleiri sálarfrøðingar átalaðu hvussu vit uppala okkara børn. Teir vilja vera við, at vit svíkja eina generatión av børnum við ikki uppala tey rætt. Ein viðurkendur sálarfrøðingur í Danmark vil vera við at børnini í dag larma meira, eru meira sjálvupptikin og ósikkur.

Hetta má eg siga, passar væl út frá mínum erfaringum. Ikki tí, at míni børn eru einglar... Men tað tykist veruliga sum um at nógv foreldur hava álvarsligar trupulleikar við at seta mørk fyri teirra børnum. Hesi børnini eru av tí sama lítlir lortungar, sum halda seg vera kongar og drotningar, hvørs einasta lítla orð er lóg.

Hvat halda tit um hetta - svíkja vit okkara børn?"


Spurningur 2:
(24:20) "Jenis av Rana fortelur í eini nýggjari bók, at hann javnan fær beinleiðis boð frá Gudi. Hetta hevur hann eisini greitt frá í miðlunum. Orsakað meg, men er tað bara eg, sum haldi hetta vera eitt sindur løgið? At ein av landsins leiðarum heldur seg hava opna linju beint inn í Himmalin?

Ikki tað, eg eri trúgvandi og eg leiti mær í Bíbliuni, Guds orði, eftir íblástri til at liva eitt gott lív. Men at hoyra guddómiligar røddir? Tað er sovorðið, sum hendir á lukkaðu deild!

Eg vil ikki døma, men hetta órógvar meg heilt erligt eitt sindur. Ei undur í, at hann heldur seg hava rætt at blanda seg so nógv uppí lívi hjá fólki. Hvat heldur Tvístøðupanelið um hetta?"

Spurningur 3: (47:25) “Nú ber til at bestilla grind og spik á netinum. Fólk hava fyrr selt á sosialu miðlunum, men hava royndirnar vera í tí meira ella minni dulda. Nú er so ein heimasíða komin, sum selur tað opið. Tað er avgjørt ikki gamalt, men er tað í lagi? Skuldi tað verið lov? Og hvat fara Sea Shepherd at siga nú?"


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður
Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?
Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima
TALUFRÆLSI
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi