Tvístøða (48) - Øll sendingin
Kjaksending við Harry Knudsen, Arna Zachariassen og Sunnevu Mohr. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (4:40) "Las eina grein herfyri, at fleiri sálarfrøðingar átalaðu hvussu vit uppala okkara børn. Teir vilja vera við, at vit svíkja eina generatión av børnum við ikki uppala tey rætt. Ein viðurkendur sálarfrøðingur í Danmark vil vera við at børnini í dag larma meira, eru meira sjálvupptikin og ósikkur.
Hetta má eg siga, passar væl út frá mínum erfaringum. Ikki tí, at míni børn eru einglar... Men tað tykist veruliga sum um at nógv foreldur hava álvarsligar trupulleikar við at seta mørk fyri teirra børnum. Hesi børnini eru av tí sama lítlir lortungar, sum halda seg vera kongar og drotningar, hvørs einasta lítla orð er lóg.
Hvat halda tit um hetta - svíkja vit okkara børn?"
Spurningur 2: (24:20) "Jenis av Rana fortelur í eini nýggjari bók, at hann javnan fær beinleiðis boð frá Gudi. Hetta hevur hann eisini greitt frá í miðlunum. Orsakað meg, men er tað bara eg, sum haldi hetta vera eitt sindur løgið? At ein av landsins leiðarum heldur seg hava opna linju beint inn í Himmalin?
Ikki tað, eg eri trúgvandi og eg leiti mær í Bíbliuni, Guds orði, eftir íblástri til at liva eitt gott lív. Men at hoyra guddómiligar røddir? Tað er sovorðið, sum hendir á lukkaðu deild!
Eg vil ikki døma, men hetta órógvar meg heilt erligt eitt sindur. Ei undur í, at hann heldur seg hava rætt at blanda seg so nógv uppí lívi hjá fólki. Hvat heldur Tvístøðupanelið um hetta?"
Spurningur 3: (47:25) “Nú ber til at bestilla grind og spik á netinum. Fólk hava fyrr selt á sosialu miðlunum, men hava royndirnar vera í tí meira ella minni dulda. Nú er so ein heimasíða komin, sum selur tað opið. Tað er avgjørt ikki gamalt, men er tað í lagi? Skuldi tað verið lov? Og hvat fara Sea Shepherd at siga nú?"
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











