Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Borgarstjórin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7

Politikkur | 05/12-2018 15:02

R7 kringvarp hevur nú í longri tíð, alment staði fyri álvarsligum ákærum frá Tórbjørn Jacobsen, sum m.a. kallar R7 fyri “fasistarás á tremur av lygisøgum”.

Hetta eru so sterkar ákærur, sum vit ikki longur vilja finna okkum í og koma tí við hesum viðmerkingum alment.

R7 kringvarp er ein miðil sum vit, sum leiðsla saman við góðum starvsfólki, eftir umstøðum royna at gera so undirhaldandi, fjølbroyttan og óheftan sum gjørligt og vit leggja stóran dent á trúvirði.

Politiskt og átrúnaðarliga eru ongantíð øll samd, men vit royna at geva øllum javnbjóðis atgongd og geva eisini rúm fyri øðrum meiningum enn okkara.

Tobbi, sum er okkara ópolitiskt valdi borgarstjóri, hevur fleiri ferðir alment, við sera niðursetandi álopum, víst sína ónøgd um onkrar, - serliga politiskar - útmeldingar á R7.

Hetta eigur ongantíð at rættvísgera eina slíka framferð av honum sum okkara borgarstjóra, sjálvt hann! Skal virða talu- og skrivifrælsi, - serliga frá einum miðli.

Um ein ópolitiskt valdur borgarstjóri so harðliga blandar persónligar politiskar meiningar uppí sítt arbeiði sum borgarstjóri, so lumpar hann veljaran, - í hesum føri meg -, og er tí ikki egnaður til starvi og her meini eg at Tobbi er óegnaður, hann er farin langt út um mark fyri hvat er rætt og rímiligt.

Tað sum kanska eisini er viðkomandi og vert at nevna her, er at restin av býráðslimunum skulu tora at traðka fram og minna borgarstjóran á, at tað sum hann alment kemur út við, eisini umboðar teir og ikki at gloyma umsitingin: Hon eigur og skal verða sterk og virka fyri at ein politikari ikki alment sleppur at hóreiggja sær sum hann vil. Hetta setur alt býráðið í ringt ljós, sum missur virðingina millum fólk.

Søguliga eru tað karismatiskir politikarar, ið hava fingið so stórt vald, eisini við at niðurgera og útspilla pressuna, at teir hava verið til stóran skaða - eisini fyri sítt egna fólk. Hetta má ikki sleppa at grógva millum okkara valdspersónar, og eiga vit sum miðlar at verða uppá vakt fyri hesum, men ein valdspersónur fær ongantíð meira vald, enn tað sum fólkini rundanum hann geva honum.

Eg havi fyrr skriva teldupost til tobbi@runavik.fo og víst mína ónøgd við hansara almennu álop á R7, men her svarar hann fylgjandi:

Hugsi tú hevur skrivað til ein skeivan teldupost. Hetta er posturin hjá borgarstjóranum í RK, hugsi tú blandar hann við ein, ið verður róptur Tórbjørn Jacobsen, sum vist nokk býr á Glyvrum, og eg skilji á lagnum, at hann fæst við at gera viðmerkingar inni á Facebook og at hann hevur ein vanga har. Onkuntíð hevur hann eisini eina meining um okkurt.

Tað er alt annað enn víst, at teir báðir borgarstjórin og Tórbjørn Jacobsen eru samdir í øllum lutum.

So er spurningurin, hvør er tað sum møtir til arbeiðis tá tað ikki er Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum? Tað var í hvussu so er “tann Tórbjørn” sum eg valdi til síðsta býráðsval.

Er hann veruliga skizofrenur sum hann sjálvur skrivar ?..... Óhugnaligt...., ella eru tað tveir Tobbar?

Eg havi so bara sæð annan í senn, tíbetur, uha :( ...... men, kanska tað forklárar okkurt, ikki sami persónur, Tobbi og Tórbjørn.

Petur Jacobsen
Nevndarformaður í R7 Kringvarp

 


Lagt út: R7
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi