Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Glasir!

Lesarabrøv, Politikkur | 06/12-2018 23:00

Undirritaði tók ikki undir ikki við at játta pengar til Glasir, ásannandi, at tað framhaldandi er Landsverk, sum skal standa fyri liðugtgerðini av Glasi.

Gongdin við byggingini hevur víst, at Landsverk ikki hevur hast førleika at stýra verkætlanini. Bæði tíðarætlanir og kostnaðarmetingar hava verið broyttar ferð eftir ferð. Tað er ongin trygd fyri at tað, sum nú er upplýst fyri Løgtinginum, er tað, sum skal til, fyri at fáa gjørt skúlan lidnan og ikki minst tryggan.

Fleiri veitarar, sum hava gjørt ymiskt arbeiði á Glasi, hava ikki fingið pengar fyri tað arbeiði, teir hava gjørt. Serliga tær smærru fyritøkurnar eru komnar illa fyri av hesum. Slíkt kann ikki góðtakast, og má rættast beinanvegin.

Ongin tykist at hava ábyrgdina av Glasi. Landsstýriskvinnan í mentamálum, sum biður um at fáa pengarnar játtaðar til liðugtgerðina, sigur seg ikki hava ábyrgd av, hvussu játtanin verður brúkt. Tað í sjálvum sær átti at fingið allar ávaringarklokkur at ringja.

Tá landsstýrismaðurin soleiðis frásigur sær alla ábyrgd av einari játtan, sum nú nærkast 700 milliónum krónum, og tá løgmaður ikki letur við seg koma, átti Løgtingið at syrgt fyri, at ábyrgd bleiv staðfest.

Landsgrannskoðarin hevur í notati frá januar í 2017 til Løgtingsgrannskoðararnar um játtanar- og útreiðslugongdina í samband við verkætlanina at byggja Glasir, staðfest, at - “játtanin til Skúladepilin er latin undir § 7 “Mentamál”.

Mentamálaráðið hevur latið Landsverki ræðisrættin til játtanina, men ábyrgdin fyri, at játtanin fer at halda, og at borgarin fær tað fyri peningin, sum rindað er fyri, liggur hjá Mentamálaráðnum”.

At løgmaður og landsstýrisfólk nú tosa um at seta kanningar í verk av byggigøluni, fyri at staðfesta politiska ábyrgd, eru bert undanførslur, tí hetta er púra greitt í notatinum frá Landsgrannskoðaranum.

Tað, sum nú gongur fyri seg, at ongin tekur ábyrgdina av nøkrum, er tað ringasta, sum kann henda í einari politiskari skipan. Tá ið tey, sum eiga at taka ábyrgd, bert yppa øksl og lata standa til, hevur hetta ávirkan á alla skipanina. Hetta minnir ikki sørt um tað, sum gekk fyri seg í 80-árunum, og førdi við sær, at Føroyar fóru á húsagang.

Eg havi frá byrjan havt áhuga fyri byggingini av Glasi, og havi tí fylgt byggingini tætt. Endamálið hevur sjálvtsagt verið, at okkara ungdómur og tey, sum skulu arbeiða á Glasi, skulu fáa ein dygdargóðan skúla. Eg havi ongantíð viljað Glasi illa, men eg kann ikki góðtaka byggifusk og undanførslur.

Eg havi ferð eftir ferð gjørt vart við, hvussu støðan hevur verið á Glasi, bæði í Fíggjarnevndini og í fyrispurningum/orðaskifti í Løgtinginum, men ongin hevur latið við seg koma.

Hetta er átaluvert og vísir at tey, sum hava ábyrgd, ikki hava viljað sæð veruleikan í eyguni, og bert latið staðið til. Higartil hevur ongin vilji verið til at kanna øll páhaldini um vánaliga arbeiðið á Glasi.

Tað er heldur ongin trygd fyri at teir skaðar, sum eru á berandi konstruktiónir, dekkelement, vindeygu v.m. verða gjørdir aftur. Tað er bert dekkað út yvir, so skaðarnir ikki síggjast.

Ongin loysn er funnin á trupulleikanum við takinum. Sum nú er, órógvar tað undirvísingina, tá tað regnar, og ikki at tala um, tá tað fer at kava. Takið lekur framvegis.

Landsstýrismaðurin tekur heldur ikki ábyrgdina av, at næmingar eru farnir inn í skúlan, áðrenn trygdarviðurskiftini á skúlanum eru í lagi. Slíkt átti ikki at komið fyri í einum framkomnum landi.

Tá málið varð lagt fyri Løgtingið, upplýstu landsstýrisfólkini í fíggjarmálum og mentamálum, at “talan hevur m.a. verið um krøv, sum byggimyndugleikarnir hava sett aftaná, at arbeiðið varð liðugt, og sum tískil skuldu rættast, tí samsvar ikki hevur verið millum myndugleikakrøv og verkætlanina hjá ráðgevanum”.

Hetta er ikki í samsvari við tað, sum byggimyndugleikin hevur upplýst fyri Fíggjarnevndini. Tvørtur ímóti hevur byggimyndugleikin, saman við byggiharranum, verið við til at finna bíligari loysnir enn tær, sum vóru í verkætlanini.

At koma við villleiðandi upplýsingum til Løgtingið, fyri at fáa málið skundað ígjøgnum, er sera álvarsamt, og hevði undir vanligum umstøðum fingið avleiðingar fyri avvarðandi landsstýrisfólk.

Minnilutin tekur fult undir við, at øll viðurskifti viðvíkjandi Glasi verða fingin í rættlag, og neyðugu pengarnir verða játtaðir til tað.

Fyri at tað kann lata seg gera, má landsstýrismaðurin fáa onnur, serkøn í slíkari bygging, at sýna allan bygningin og finna út av, hvussu byggifeilir/-skaðar skulu rættast. Harnæst má finnast út av, hvussu bygningurin kann gerast liðugur, hvørja tíð tað tekur, og hvat endaligi kostnaðurin verður.

Ikki fyrr enn tá eigur Løgtingið at játta neyðuga peningin til liðugtgerðina.

Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at Løgtingið kann játta pening til eina verkætlan er, at landsstýrisfólkið, sum tekur ímóti játtanini, veit, hvørja ábyrgd tað hevur. Hendan fortreyt er ikki til staðar.

Tað var skelkandi at hoyra løgmann, sum ikki visti hvørja ábyrgd landsstýrisfólk hava fyri teimum játtanum, sum Løgtingið hevur latið teimum.

Jacob Vestergaard

Leinkja: https://www.facebook.com

 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi