Tvístøða (49) - Øll sendingin
(Seinasta sending) Kjaksending við Harry Knudsen, Arna Zachariassen og Sunnevu Mohr. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (3:10) "Herfyri var Eyðgun Samuelsen, landsstýriskvinna, spurd um hvør hevði ábyrgdina av teimum heimleysu føroyingunum. Tað vil siga teimum, ið ikki finna sær ein búðstað.
Eg má siga at svarið skelkaði meg: Eingin! Eingin hevur ábyrgdina av teimum segði hon. Fólk hava sjálvi ábyrgdina av at skaffa sær tak yvir høvdið. Um eingir bústaðir eru at finna, so kann man ikki siga at fólk sjálvi hava skyldina av tí? Eiga politikarnir ikki at taka um endan, heldur enn bara at snakka? Hvat heldur panelið?"
Spurningur 2: (22:35) "Eg eri ein 35 ára gamal maður, eg havi konu og tvey børn. Eg eri komin í eina tvístøðu, og leiti mær tí góð ráð hjá tykkum. Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg. Vit hava verið vinmenn alt tað eg kann minnast. Vit gingu í flokki saman í fólkaskúlanum og vóru tá saman nærum hvønn dag. Tá vit vóru ungir, brúktu vit eisini nógva tíð saman, og hava saman loyst nógvar trupulleikar. Eg havi altíð verið sera góður við hann, góðtikið hann sum hann er, og fyri meg kennist hann sum ein beiggi.
Fyri nøkrum árum síðani hendi nakað, ið eftir øllum at døma gjørdi enda á okkara vinarlagi. Uttan at koma inn á júst hvat tað var, so dugi eg ikki at skilja hví hann skuldi kvetta sambandi við meg av hesum, ella hví eg ikki var verdur at vera hansara vinur eftir hetta.
Eg skilji tað ikki! Júst hetta er tað ringasta. Eg eri sera keddur av hesum og havi trupult við at góðtaka støðuna. Eg havi ringt til hansara, skrivað boð, sent brøv, pakkar o.s.v. o.s.v. Hann svarar ikki uppá nakað. Skal eg blíva við, ella skal eg bara góðtaka at hann hevur valt meg frá? Hvat halda tit?"
Spurningur 3: (38:05) “KVF sigur, at Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, heldur at tað er meira demokratiskt, um størri javnstøða er á vallistunum. Hon heitir á flokkarnar um at hugsa meira um at fáa kvinnur á vallistarnar til komandi løgtingsval.
Demokratia hevur kannað, hvør orsøkin er, at færri kvinnur enn menn stilla upp. Ein av orsøkunum var, at kvinnur í størri mun kenna seg noyddar at vera um børnini. Ein onnur orsøk er, at kvinnur tora verri í mun til menninir.
Gongdin er annars broytt seinastu 20 árini. Talið av kvinnum, ið stilla upp er hækkandi - og tað var tað fram til løgtingsvalið í 2011. Tá vóru tað 35% av teimum uppstillaðu, ið vóru kvinnur. Á løgtingsvalinum í 2015 minkaði talið. Tá vóru tað samanlagt 28% kvinnur, ið stillaðu upp.
Men er hetta yvirhøvir ein trupulleiki? Hví skulu vit mest sum tvinga kvinnur at stilla upp, tá tær eftir øllum at døma ikki vilja tað sjálvi?"
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











