Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"

Spurningur: "Eg eri ein 35 ára gamal maður, eg havi konu og tvey børn. Eg eri komin í eina tvístøðu, og leiti mær tí góð ráð hjá tykkum. Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg. Vit hava verið vinmenn alt tað eg kann minnast. Vit gingu í flokki saman í fólkaskúlanum og vóru tá saman nærum hvønn dag. Tá vit vóru ungir, brúktu vit eisini nógva tíð saman, og hava saman loyst nógvar trupulleikar. Eg havi altíð verið sera góður við hann, góðtikið hann sum hann er, og fyri meg kennist hann sum ein beiggi.
Fyri nøkrum árum síðani hendi nakað, ið eftir øllum at døma gjørdi enda á okkara vinarlagi. Uttan at koma inn á júst hvat tað var, so dugi eg ikki at skilja hví hann skuldi kvetta sambandi við meg av hesum, ella hví eg ikki var verdur at vera hansara vinur eftir hetta.
Eg skilji tað ikki! Júst hetta er tað ringasta. Eg eri sera keddur av hesum og havi trupult við at góðtaka støðuna. Eg havi ringt til hansara, skrivað boð, sent brøv, pakkar o.s.v. o.s.v. Hann svarar ikki uppá nakað. Skal eg blíva við, ella skal eg bara góðtaka at hann hevur valt meg frá? Hvat halda tit?"
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











