Havnin gerast ráðstevnu- og ítróttarbýur
Tórshavn skal vera ein virkin viðleikari innan vinnuferðavinnu, sum er fundarvinna og ráðstevnuvinna. 2 mió. eru settar av til at menna hetta økið, umframt at samstarvsavtalur vera framdar við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, í viðmerkingum til fíggjarætlanina 2019.
- Tað er av alstórum týdningi, at okkara ferðavinna verður rikin fíggjarliga, sosialt og umhvørvisliga skynsamt og ikki minst burðardygt. Vit eru av teirri sannføring, at ráðstevnuvirksemi er rætti leisturin fyri okkum, tí hetta er ein ferðavinnubólkur, ið á fleiri mátar kann seta okkum á heimskortið sum lokkandi ráðstevnubý. Ikki einans er hetta ein ferðavinnubólkur, ið leggur nakað eftir seg peningaliga, men eisini vitanarliga, og tí kann ein tílík raðfesting kasta munagott av sær.
- Í hesum sambandi verður víst á, at kommunan hevur lagt langtíðarætlanir um at byggja eina stórhøll – hetta fyri at kunna hýsa stórum ráðstevnum, messum, konsertum og ikki minst at kunna luttaka og hýsa kappingum innan handbólt, fótbólt, frælsan ítrótt osfr., stendur í viðmerkingunum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur