Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Vinnuhúsið: Bústaðarpakkin má ikki økja um almenna íløguvirksemið

Innanlands, Vinnulív | 11/12-2018 14:05

Skulu fleiri bústaðir byggjast, so má okkurt annað niðurraðfestast ella útsetast.

“Um landsstýrið ætlar, at Bústaðir skal framskunda bústaðarbygging fyri 250 mió. krónur, so mugu aðrar almennar íløgur útsetast.” Tað sigur Vinnuhúsið.

Í farnu viku legði landsstýrið fram ein bústaðarpakka við átøkum, sum skulu økja um útboðið av bústøðum í Føroyum, og tað er í tí sambandi, at Vinnuhúsið vísir á, at virksemið í byggivinnuni er metstórt í løtuni, og at omanfyri 400 privatir bústaðir eru í gerð, umframt leigubústaðirnr, sum Bústaðir stendur fyri.

“Um landsstýrið heldur, at enn meira ferð skal setast á bústaðarbyggingina, er hetta eitt politiskt val. Men landsstýrið má so eisini hava dirvi til at siga, hvørjar aðrar almennar verkætlanir skulu niðurraðfestast og útsetast, um man ætlar at økja almennu íløgurnar við 250 mió. krónum,” sigur Vinnuhúsið.

Ikki á fíggjarlógini

Vinnuhúsið ávarar ímóti gongdini, har almennu íløgurnar í alsamt størri mun vera lagdar uttanfyri fíggjarlógina.

“Í 2017 fekk Bústaðir heimild at lánifíggja 250 mió. krónur, og nú verða 250 mió. krónur so lagdar omaná,” sigur Vinnuhúsið.

“Hetta merkir, at fíggjarlógin avspeglar í alsamt minni mun almenna íløguvirksemið, og tí kann landið ikki bara hyggja eftir formliga íløgukarminum á fíggjarlógini, tá búskaparstýringin verður løgd til rættis,” siga tey.

Eru í hákonunkturi

Vinnuhúsið minnir á, at vit eru á toppinum í einum hákonjunkturi, og tað almenna má tillaga sína búskaparstýring og almenna íløgupolitikk eftir hesum.

“Tað er sera umráðandi, at landsstýrið ikki loypir á leistum, men brúkar neyðugu tíðina til at fyrireika tað, ið ætlanin er at gera. Um neyðugu fyrireikingarnar ikki verða gjørdar, er stórur vandi fyri, at vit um nøkur ár standa við byggiverkætlanum, sum eingin er nøgdur við. Vit mugu hava tað tol, ið skal til, fyri at fáa varandi nyttu burturúr teimum íløgum, sum verða gjørdar í hesum árum,” sigur Vinnuhúsið.

Landsstýrið æltar, at 200 almennar íbúðir skulu verða bygdar tey næstu árini afturat teimum, sum longu eru í gerð.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi