Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Góði Eilif

Fiskivinna | 11/12-2018 19:54

Nú stundar til jóla, og tað er at fegnast um, at nógvur makrelur, og nógv hýsa og toskur er at fáa undir Føroyum. Tosaði við ein skipara, í hevur fiska við línu í eini 30 ár, og segði hann, at hann ikki visti um líknandi fiskarí áður undir Føroyum.

Frøðin er stór kring alt landið, og øll fegnast um góðu gongdina. Vit sum fylgja við, vita at flestu útróðrarbátar hava ligið við bryggju nú í fleiri ár. Hjá línuskipunum er støðan tann, at fleiri skip eru farin úr vinnu og hava frystilínuskipini roynt nógv uttanfyri føroyskt sjóøki. Sum tú eisini veitst, so hava línuskipini eisini roynt sera nógv á rygginum og hava harvið ikki fiskað inni á grunnunum. Sum útlitini eru í samfelagnum í dag, so er lítið sannlíkt, at hesir útróðrarbátar og línuskip loysa aftur. Forkláringin er sera einkul. Teir fáa ikki fólk, hetta er  galdandi bæði hjá útróðrarbátunum og hjá línuskipunum.

Veiðutrýstið er søguliga lágt

Sum flest øll vita, so gera óbrúktir dagar ongan skaða. Í 1996 vóru tað gott 34.000 dagar hjá húkaflotanum, og í 2017 vóru tað einans 13.000 dagar, so dagatalið er lækkað við góðum 61%.

Í 1997-98 vóru tað brúktir gott 26.000 fiskidagar hjá húkaflotanum, og í 2016-2017 eru einans brúktir 6.000 fiskidagar, sum sæst í uppgerð hjá Vørn. Tað skal viðmerkjast, at línuskip hava fiskað á ytru leið so talan er um nakað meir av døgum enn uppgerðin vísur, men tað liggur púra fast, at tað er ikki brúkt meira enn góðir 7.000 dagar undir Føroyum av feløgum í hava skip í fiska við línu.

Mugu tora at liva og virka í hesum landi

Neyðugt er, at vit viðurkenna, at vit sum fiskivinnutjóð mugu bæði fiska, tá tað gongur niður, og tá tað gongur upp. Vit mugu tola, at tað eru náttúrulig sveiggj í fiskiskapinum. Um vit ikki skulu fiska, tá niðurgongd er, og heldur ikki fiska, tá fiskur kemur aftur á grunnarnar, so verður heilt galið.

Tað fyrikemur mær sera undrunarsamt við støðið í omanfyri nevndu gongd, at tað áhaldandi verður tosa um, at veiðutrýstið er alt ov høgt. Her eru viðurskiftir ið vit als ikki skilja. Í okkara verð, so vita vit, at tað eru eini 100 færri útróðrarbátar, ið royna undir Føroyum. Samstundis eru tað eini 8-10 línuskip, ið ikki eru í vinnu. Miðskeiðis í 90´unum vóru tað eini 20 fult rikin línuskip í vinnu.  

Í dag eru tað NÚPUR, PISON, SANDSHAVIÐ, SKØRIN, JÁKUP B, VESTURHAVIÐ og KVIKK ið fiska ísfisk. Frystilínuskipini eru: STAPIN, KLAKKUR, EIVIND, KAMBUR og ÅGOT.

Við so lítlari roynd á Føroyagrunnunum kann staðfestast, at tað er søguliga lág roynd við Føroyar og harvið veiðutrýst. Tí vóni eg, at tit á Havstovuni vilja verða við til,at góða gongdin heldur áfram. Tað er mín vón, at tit gevast at tosa um ovurhonds veiðutrýst og fara at hugsavna tykkum um at finna sambandið millum náttúruna og gongdina hjá fiskastovnunum. Vinnan hevur tað uppfatan, at tað er einki beinleiðis samband millum veiðitrýstið og støðuna hjá botnfiskastovnunum undir Føroyum. Og tí gevur tað onga meining fyri hendan partin av vinnuni at tit koma við einum áhaldandi og afturvendandi standard niðurskurðið uppá 30% til 50%

Heilsan Óli M Lassen

Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi