Myndarøð: Tá ommupuntahekklaða jólatræið varð avdúkað í Ribarhúsi
Ein herlig løta í Ribarhúsi, tá hugnaliga ommupuntahekklaða jólatræið varð avdúkað! Durita, sum hevur lagt lag á at hekkla puntar á hekklikvøldunum bjóðaði vælkomin, eitt lítið einglakór sang jólasangir við abbaundirspæli, og Kristian Martin, maður Katrin, sum hevur lagt lag á at hekkla jólapynt til træið, hugleiddi hugnaliga um gomul minnir, um handverk, felagsskap og at virka tráð og tógv til brúkiligar lutir.
So bleiv træið avdúkað og tendrað - og eg má siga, at tað var blivið fantastiska flott! Uml. 300 puntar vóru komnir inn, so har leyp av til at gera lítil armlensteppir, puntar á borðini, punta-einglar, ein síðan vest til talaran og ein ómetaliga hugtakandi kjóla við punta-skjúrti og -pynti og við einum vintage hekklaðum toppi, sum var litaður til høvið.
Eisini flotta stjørnan á trænum var nýnýtsla, tí hon varð hekklað í 70unum.
Stúgvandi fult av fólki var komið saman í Ribarhús og á Ribarslofti gekk prátið lystiliga afturvið kaffi, góðum vafflum, heimabakaðum smákøkum og holukøkum.
Nógvar hendur hava verið í sving fyri at skapa hetta stuttliga og litríka jólatræ, væl yvir 50 kvinnur úr 11 uppí 83 ár, flest úr Fuglafirði, men eisini úr Havn, Klaksvík og aðrastaðnis við. Menn og maskinur eiga eisini sín lut í hesum, tí skrokkin hevur sonur Odvør evnað til hjá Petur Larsen.
Ragna úr Mikladali, sum hevði latið eina rúgvu av góðum grønum tógvi, sum var nýtt at hekkla allar puntarnar saman, var eisin komin at síggja úrslitið, eins og fleiri onnur fólk vóru komin langa leið at síggja flotta træið - og kanska eisini sínar puntar?
Kreativu høvdini, skapandi hendurnar og virknu konurnar í Piddasahandil og Ribarhús í Fuglafirði hava veruliga staðið saman um at skapað eitt spennandi jólatræ, ein góðan felagsskap og eitt hugnaligt umhvørvi at gleðast um úrslitið. Túsund takk fyri, allar tit - og øll hini, sum hava tikið undir við projektinum.
Soleiðis skrivar Kristian Gry Berg leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði á facebook.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
FNU mótmælir ógvusligu inntrivunum í Sandoynni
Fráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara
Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025
Hví flyta føroyingar ikki heimaftur?
ICES tilmælir veiðu á 2.848 tons av toski
ICES-tilmæli fyri botnfisk 2025
Klingra konsertrøð í Føroyum
MEST við í grønari ferju verkætlan
Russar fyrireika álop
TIME kosið Bakkafrost at vera millum heimsins bestu
Umboðsmaðurin viðgjørt fiskiveiðu á Føroya Banka
Vísindi, stovnsverja, stovns- veldi ella akademiskt rukkulív
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur