GLS aftur í januar - kveikjandi og viðkomandi
Aftur í ár verður bjóðað til GLS-leiðararaðstevnu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin og leygardagin 18 – 19 januar 2019. Leiðslan fyri stevnuni skrivar á síni heimasíðu, “at talan er um eina kveikjandi og viðkomandi leiðslustevnu á altjóða støði.”
GLS-stevnan hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum í fleiri ár, og hevur altið verið væl vitjað av fólki í øllum aldri um øll samkomumørk og eisini frá øllum løgum í samfelagnum. Tað, sum altið hevur eyðkent GLS-stevnuna er tann breiði og góði felagsskapurin millum luttakararnar, tá steðgirnir eru.
Sum vanligt hevur verið, so verða fyrilestrarnir hildnir á stórskýggja, og allir verða tekstaðir til føroyskt. Í ár verður talið av fyrilestrarhaldarum 10
FØROYSKA LUTTØKAN Í ÁR
Sum nakað nýtt, so vera tveir føroyingar millum fyrilestrarnar, sum tó ikki einans vera á skýggjanum, men vera fysiskt til staðar. Talan er um kendu og virksomu kvinnurnar Tóru við Keldu og Hildu Viderø, báðar úr Klaksvík. Tóra við Keldu er lærari, og eisini forkvinna í MEGD og Hilda Viderø er íverksetari og stovnari av felagsskapinum MIRJAM.
Kristiliga Tíðindasendingin hevur tosað við Hildu og Tóru. Hilda Viderø sigur í telefonsamrøðu við Kristiligu Tíðindasendingina, at tað verður Jens Christian Olsen av Toftum, sum kemur at hava samrøðu við hana, har hon kemur at greiða frá síni lívssøgu, við serligum atliti til arbeiði hennara, seinastu mongu árini í Liberia og Kenya, har hon av sínum eintingum hevur stovnað ein felagsskap, sum hon kallar MIRJAM, ið er málrættaður til fátækar kvinnur. M.a. hetta kemur Hilda at nema við á GLS-leiðarastevnuin 18-19 januar.
Tá Kristiliga Tíðindasendingin spurdi Tóru við Keldu, um hon hevði ein appetitkveikjara til tað, sum hon kemur at bera fram undir stevnuni, svaraði hon, at hon enn er í fyrireikingartilgongdini og tí er tað ov tíðliga at siga hvat evni verður, men hon sigur kortini, “at tað verður við støði í tí, sum ein er sum menniskja; hvussu fjølbroytt menniskjað er, og hvussu man sum menniskja kann leiða onnur og seg sjálvan.”
Tað verður Margareth Dalheim Djurhuus, sum kemur at konferensiera luttakararnar báðar dagarnar. Hon hevði sama leiklut í fjørð, sum hon avgreiddi meistarliga væl.
400 luttakarar kunnu vera til stevnuna, og enn eru pláss tøk. Kostnaðurin fyri báðar dagarnar eru 1.400,00 krónur, og tá er íroknað morgunmatur, døgurði, drekkasteðgir og arbeiðsmappa. Ein kann melda til á GLS.fo ella á tlf: 289796.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@gmail.com
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Sildarok í 1941
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur