Føroyskt ferðalag í Ísrael - í Betlehem jólaaftan
Svenning av Lofti, sum hevur verið ferðaleiðari í Ísrael seinastu 41 árini, fór til Ísrael í dag við ein ferðabólki, ið telur 25 føroyingar. I hesum ferðabólkinum eru eisini einstakir føroyingar, ið eru búsitandi í Danmark.
Svenning av Lofti sigur, at tey fara at ferðast mest í Jerusalem, við Genezaretsvatn í Galilea, við Deyðahavið og Massada. Farið verður eisini niðan á Golanheyggjarnar og koyrt verður framvið markinum móti Sýria, sigur Svenning.
JÓLAAFTAN
Jólaaftan fer føroyski ferðabólkurin at vitjað í Betlehem, har vitjað verður í føðikirkjuni, sum er bygd yvir fjósið har Jesus sigst at verða føddur. Vitjað verður eisini út á Betlehems fløtum, har lisið verður úr Bíbliuni og sungið um hendingina við hirðunum, sum fyrstir fingu boðini um føðing frelsarans.
Eftir vitjanina á fløtum Betlehems fara føroyingarnir at eta jólaaftansdøgurðan í eini sera hugnaligari matstovu í bygdini Beit Sahur, har nærhendis. Umframt tey, sum hoyra til føroyska ferðabólkin, verða tíggju aðrir føroyingar saman við teimum til jóladøgurðan. Hetta er føroyingar, sum ferðast sjálvir í Ísrael um jólini.
Ferðalagið kemur aftur til Føroyar 30 desember, og tá fara vit at frætta frá túrinum.
Lofti ferðir
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Sildarok í 1941
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur