Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ferðslutrygd 43 ár í dag

Innanlands | 19/01-2019 10:00

Einki løgið var í tí, at føroyingar eins og norðurlendsku grannatjóðirnar funnu upp á at stovna egið ráð at upplýsa borgarar og myndugleikar um týdningin. Heldur einki løgið var í tí, at hetta hendi júst í sjeytiárunum.

Hin 19. januar í 1976 stevndu umboð fyri 13 ymsar stovnar, fyritøkur og feløg í Føroyum saman til fundar á skrivstovuni hjá Tryggingarsambandinum Føroyar í Havn at stovna eitt ferðsluráð. Marius Thomassen, stjóri, beyð vælkomin og greiddi frá, at tað var ein gamal tanki hjá Tryggingarsambandinum at stovna eitt ráð fyri tryggari ferðslu í Føroyum. Marius Thomassen upplýsti, at arbeitt hevði verið við málinum síðan 1974.

Tað var ikki av tilvild, at júst Tryggingarsambandið gekk á odda at stovna ráðið. Har sóu tey hvønn dag avleiðingarnar av, at ferðslan var nógv vaksin, og Marius Thomassen helt, at alneyðugt var nú at fáa samskipað øll tiltøk at gera ferðsluna tryggari.

 

Norðurlendsk ferðsluráð fyrimynd

Einki løgið var í tí, at føroyingar eins og norðurlendsku grannatjóðirnar funnu upp á at stovna egið ferðsluráð at upplýsa borgarar og myndugleikar um týdningin av tryggari ferðslu. Heldur einki løgið var í tí, at hetta hendi júst í sjeytiárunum.

Søgan um bilferðsluna í Føroyum byrjar í 1922

Tá kom fyrsti bilurin til landið. Uppaftur fleiri komu árini eftir, og bilarnir vóru hent flutningsamboð hjá teimum, sum hættaðu sær at koyra teir, og sum annars funnu vegir at koyra á, tí teir vóru fáir tá́. Men bilarnir vóru ikki bara hentir. Teir vóru eisini ein hóttan. Fólk kundu fáa skaða ella doyggja í ferðsluni.

Tann fyrsta deyðsvanlukkan á føroyskum vegi var í 1928. Síðan hesa vanlukkuna eru 280 fólk deyð av ferðsluávum (pr. juni 2015).

Nágreinilig tøl yvir, hvussu nógv fólk hava fingið skaða í ferðsluni, síðan fyrsti bilurin kom, finnast ikki. Men landslæknin hevur mett tíðliga í hesum ártúsundinum, at um 6.075 fólk hava fingið skaða í ferðsluni, og av teimum hava 608 fingið varandi mein.

 

Syndarligu sjeytiárini

Verður hugt eftir, nær flestu ferðsluvanlukkarnar hava verið, sæst eitt týðiligt mynstur fyri og eftir 1970. Í 1969 vóru 3001 bilar í Føroyum. Frammanundan doyðu árliga 2-3 fólk í meðal.

Tá sjeytiárini komu, broyttist samfelagið nógv. Samferðslukervið varð útbygt við nýggjum vegum og tunlum, fólk fingu fleiri pengar um hendi, og bilatalið øktist. Í 1978 varð hámarksferðin hækkað úr 60 upp í 80 km/t í óbygdum øki og úr 30 upp í 50 km/t í bygdum øki.  Í 1974 vóru 6.825 bilar í landinum og í 1981 fleiri enn 12.000.

Hetta sást aftur í vanlukkutølunum. Í 1974, tá Tryggingarsambandið fór at kanna møguleikarnar at stovna eitt ferðsluráð í Føroyum, doyðu 13 fólk í ferðsluni. So syndarligur hevði standurin ongantíð verið fyrr, og ilt var tí ikki at síggja, at stundin var komin at gera ferðsluna tryggari.

 

Deyðsvanlukkur flestar í áttatiárunum

Vóru vanlukkutølini í sjeytiárunum ein fyriboðan um, hvat henda kundi, tá bilatalið øktist, og vegirnir gjørdust betri, so staðfestu áttatiárini, at tað var deyðans álvari at stuttleika sær í bili. Ferð eftir ferð doyðu ungfólk í ferðsluni hesi árini, og trupulleikin varð eisini tikin upp á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í 1985. Formaðurin, Niels Juel Arge, staðfesti, at 1984 var eitt dapurt ár. Níggju fólk vóru deyð. Rúsdrekka og ov nógv ferð vóru í flestu førum orsøkin. Umrøtt varð á fundinum, um krevjast skuldi við lóg, at fólk í bili sótu í trygdarbelti. Eitt sjónarmið var, at hetta bar illa til at krevja, tí løgreglan kundi ikki ansa eftir, at lógin varð hildin. Men umboðið fyri Føroya Læknafelag, Óli Mikkelsen, helt, at nýtsla av trygdarbelti skuldi ásetast við lóg, og fólk skuldu fáa bót, um tey ikki brúktu tað.

Ráðið fekk at sanna í 1986, at tað var bráðneyðugt at viðgera hendan spurningin. Hetta árið doyðu 14 fólk í ferðsluni. Tað var tað mesta nakrantíð. Á ársfundinum í 1988 upplýsti formaðurin, at 1987 var eisini eitt syndarligt ár. Tá doyðu 12 fólk. Niels Juel Arge staðfesti:“Hetta er líka ringt sum nøkur av teimum ringastu vanlukkuárunum, tá sluppirnar vóru. Tá fóru í meðal 10 mans um árið. Tað var nakað, sum gav ekkó allastaðni, men í dag mugu vit siga, at fólk verða ikki skelkað av hesum veruleika, so her síggja vit eina stóra mentalitetsbroyting.”

 

Deyðstalið minkar

Men betri tíðir vóru hóast alt fyri framman. Í 1989 doyðu sjey fólk, í 1990 sjey og í 1991 eitt. Ilt er at siga við vissu, hví talið á deyðsvanlukkum minkaði. Men orsakirnar vóru helst, at ferðslulógin varð herd, herundir, at kravt varð, at fólk skuldu sita íbundin trygdarbelti, og at vegirnir vórðu tryggari. Í 1988 varð ásett, at bilførarar mistu koyrikortið, høvdu teir meira enn 0,8 promillu í blóðinum. Áðrenn tað var promillumarkið 1,0. Eisini varð ásett, at bilførarar mistu koyrikortið, fóru teir meira enn 30 km/t upp um mest loyvdu ferð.

Seinastu 10 árini (pr. 2015) hevur talið á deyðum í ferðsluni í meðal verið knappliga fýra um árið. Hetta eru munandi fleiri enn í Noregi, Svørík og Danmark, verður uppgjørt pr. 100.000 íbúgvar, sí hagtøl her.

 

Virksemi 1976-2009

Undirvísingartilfar til fólkaskúlan

Ein spurningur, sum beinanvegin kom upp at venda, tá RFF varð stovnað í 1976, var at fáa til vega føroyskt tilfar um ferðslu til skúlarnar. Ein annar spurningur var at fáa gjørd endurskin at lata fólki, so bæði fólkini og ráðið sjálvt kundu gerast sjónligari í ferðsluni.

 

Endurskin

Tey fyrstu endurskinini vórðu fíggjað soleiðis, at Tórshavnar og Klaksvíkar kommuna keyptu ávikavist 5.000 og 2.000 endurskin frá ráðnum. Á teimum, sum Havnin fekk, stóð øðrumegin við reyðum “Havnin skal skína.” Hinumegin stóð við bláum navnið á ráðnum.

 

Hagtøl

Eitt annað mál, sum varð viðgjørt hesar fyrstu mánaðirnar, var at fáa til vega hagtøl um ferðslu. Málið var, at ráðið skuldi fáa til vega hagtøl um, hvørji sløg av akførum vóru í landinum, og hvar og hvussu óhappini hendu. Tá tað ræður um sløg av akførum og hvar óhapp henda, er komið á mál. Men djúptøknar kanningar og hagtøl av orsøkum  til vanlukkur er ongantíð komið í fasta legu.

 

Lyktakanning

Umboðið hjá Bileftirlitinum, Atli Jensen, ráddi ráðnum til at fara undir eina landsumfatandi lyktakanning. Hann helt, at bilverkstaðir og bilasølur kundu standa fyri kanningini. Hetta varð gjørt í fleiri ár.

 

Ferðsluringur Barnanna

Frá fyrsta degi legði RFF stóran dent á at koma í samband við børnini. Eftir norðurlendskari fyrimynd varð Ferðsluringur Barnanna stovnaður. Tankin var at koma beinleiðis í samband við smæstu borgararnar í landinum, so teir so tíðliga sum gjørligt kundu gerast tilvitaðir um ferðslu. Hetta skuldi gerast við at senda upplýsingartilfar heim til børnini og foreldrini.

Ferðsluringur Barnanna vendi sær til børn millum 3 og 7 ár og fór av álvara at virka í 1984. 75 prosent av øllum børnunum høvdu tikið av tilboðnum um at gerast limir í ferðsluringinum.

 

1. floksnæmingar

Ein annar máti, sum Ferðslutrygd vendi sær til smæstu borgararnar, var við at senda øllum børnum, sum fóru í 1. flokk, tilfar um ferðslu. Ráðið skipaði fyri nógvum kappingum fyri børn. Onkuntíð varð kappast um at tekna vakrasta endurskinið, og í skúlum varð kappast um, hvør flokkur var raskastur at nýta endurskin.

 

Tónleikaútgávur til ung

Seinni gjørdist boðskapurin einfaldari og meira beinleiðis. Orsakað av mongu deyðsvanlukkunum í áttatiárunum gjørdi Ráðið fyri Ferðslutrygd í 1989 av at koma á tal við ungdómin við tónleiki. Martin Joensen og Jóhannus á Rógvu Joensen vórðu bidnir um at standa fyri eini útgávu við ferðslusangum. Úrslitið var eitt kassettuband við áður útgivnum sangum um ferðslu og nýsmíðaða lagnum “Stýr tær,” sum Karl Martin Samuelsen og Rúna á Heygum sungu.

Í 1997 vendi ráðið sær aftur til ungdómin við tónleikaútgávu. Hesa ferð kallaðist útgávan “Síðsta skríggj.” Uni Arge og Jóhannus á Rógvu Joensen gjørdu orð og løg til allar 13 sangirnar. Í hesum sambandi varð ein undirvísingarpakki latin skúlunum, so teir kundu brúka innihaldið á fløguni í ferðslufrálæruni.

 

Tætt samband við skúlar

Eitt av endamálunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd var frá byrjan at virka fyri at fáa ferðslulæru sum kravda lærugrein í skúlunum. Samsvarandi hesi stevnu fór ráðið í áttatiárunum undir at bjóða lærarum, pedagogum og politistum á skeið í ferðslulæru. Men striltið gekst at fáa ferðslulæru sum kravda lærugrein. Á ársfundinum í 1988 harmaðist formaðurin um hetta. Hann nevndi, at skúlin hevði givið innivist fyri 45 tímum í ferðslulæru yvir níggju ár, men tað var alt ov lítið, helt hann. Fleiri royndir vórðu tó gjørdar at bøta um støðuna. Dagligi leiðarin, Olivur Næss, gekk á odda at skipa fyri ferðsluvikum í fólkaskúlanum og miðnámsskúlum. Eisini helt hann fyrilestrar á skúlunum. Í 1988 setti ráðið eisini ein ferðsluráðgeva at vera bindilið millum ráðið og skúlaverkið. Hans Jacob Hermanssen røkti hetta starvið í fimm ár.

Hetta árið fekk ráðið sum so mong onnur sviðan at kenna av búskaparkreppuni. Landsstýrið og Tryggingarsambandið skerdu sínar játtanir til ráðið. Ein avleiðing av tí var, at nýggi leiðarin og starvsnevndin gjørdu av at gevast við skeiðunum fyri lærarum, pedagogum og politistum. Í staðin varð dentur lagdur á at samstarva beinleiðis við skúlarnar.

Hetta varð gjørt á ymsan hátt. Í 1996 skipaði ráðið fyri átakinum Betri fyrivarin enn eftirsnarin saman við Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, Arbeiðseftirlitinum, Føroya Brunatrygging og AIDS-ráðnum. Skipað varð fyri stórum tiltøkum í ítróttarhallum kring landið í tilsamans 30 dagar, og 7.000 børn møttu upp. Síðan 1999 vórðu øll børn í 1. flokki á hvørjum ári boðin til stórt tiltak um at nýta súkkluhjálm. Við hjálp frá góðum stuðlum kundi ráðið lata børnunum ein súkkluhjálm í part ókeypis.

Tað kanska týdningarmesta átakið í sambandi við skúlan hevur verið, at allir 9. flokkarnir í landinum síðan 1998 hava verið á dagsskeiði hjá ráðnum. Ráðið skipar fyri skeiðunum saman við Ambulansutænastuni, Heilbrigdi, koyrilærarum og ferðsluoffrum. Endamálið við skeiðunum er at fáa næmingarnar at skilja, hvussu nær vandanum teir í veruleikanum eru. Ráðið valdi sær 9. flokk sum málbók, tí hetta var seinasti møguleikin at koma á tal við ein heilan árgang í fólkaskúlanum, áðrenn koyrikortið skuldi takast.

 

Ráðið skrivaði álit um Nullhugsjónina 

Petur Jacob Sigvardsen og Jón Kragesteen tóku sær í felag av at greiða álitið um Nullhugsjón úr hondum. Álitið var liðugt í mars 2003. Í tí var hópur av viðkomandi upplýsingum um ferðslu í Føroyum og ein langur listi av tilmælum um, hvussu ferðslan kundi gerast tryggari.

Høvuðstilmælið til løgtingið ljóðaði soleiðis: “Miðað verður eftir í framtíðini, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini, og at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið.”

Til tess at røkka hesum máli skuldi beinanvegin farast undir at gera munagóðar ábøtur á kommunalar vegir og landsvegir. Miðast skuldi eisini eftir, at akfør altíð skuldu lúka fremstu trygdarkrøv, at ferðslulógin áhaldandi varð endurnýggjað, og at eftirlitið við ferðsluni varð styrkt. Eisini skuldi dentur áhaldandi verða lagdur á at upplýsa fólk um ferðslutryggan hugburð.

Ítøkiliga stavnhaldið skuldi verða, at meðaltalið á teimum, sum doyggja ella verða álvarsliga skadd í ferðsluni í Føroyum, skuldi lækka í minsta lagi 40 prosent komandi 10 árini.

 

Løgtingið fagnaði Nullhugsjónini 

Mong av málunum, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur samtykt, vórðu samtykt, tí ráðið helt tað vera sjálvsagt at fremja tey. Men tað hevur ikki altíð verið so sjálvsagt, at landsins myndugleikar beinanvegin gjørdu samtyktirnar til almennan politikk. Soleiðis var eisini við Nullhugsjónini. Frá tí, at landsstýrið segði seg vilja arbeiða fyri Nullhugsjónini í 1999, til hon kom til viðgerðar í løgtinginum, gingu fimm ár. Men tá hon at enda kom í løgtingið, var undirtøkan fyri henni avbera góð.

Eftir at álitið um Nullhugsjónina var liðugt í mars 2003, samtykti ráðið at biðja landsstýrismannin við ferðslumálum leggja Nullhugsjónina fyri tingið. Hetta skuldi hann gera á heysti 2003. Men løgtingsval varð útskrivað í desember 2003, og málið varð tí seinkað. Tað gjørdi minni, tí frammanundan høvdu nýggja forkvinnan, Rúna Sivertsen, og dagligi leiðarin, Jón Kragesteen, saman við starvsnevndini avrátt, at ráðið skuldi skipa fyri stórum upplýsingarátaki í sambandi við løgtingsviðgerðina. Nú fekk ráðið betri stundir at fyrireika seg. Upplýsingarátakið fór av bakkastokki fyrst í apríl mánaði í 2004. Almenningurin og løgtingsfólk vórðu mint á innihaldið í Nullhugsjónini í útvarpslýsingum, sjónvarpslýsingum og litføgrum blað, sum varð sent í hvørt hús í landinum. Tann 13. apríl 2004 var so aðalorðaskifti um Nullhugsjónina í løgtinginum.

Ætlanin hjá landsstýrinum var at fremja umfatandi broytingar í ferðslulógini og leggja tær fyri løgtingið í 2006. Tann týdningarmesta broytingin var, at Nullhugsjónin skuldi verða sett í fyrstu grein í ferðslulógini og á tann hátt gerast sjálvt høvuðsendamálið við lógini.  Tá tað var hent, kundi sigast, at arbeiðið fyri tryggari ferðslu, sum nógvar góðar kreftir settu í gongd í 1976, loksins var viðurkent til fulnar og vorðið almennur politikkur í Føroyum.

Les meira um søgu Ráðsins fyri Ferðslutrygd í bólkinginum, Ráðið fyri Ferðslutrygd 30 ár. (leinki til)

 

Fyrsta Ferðslutrygdarætlanin

Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar bygdi á sama mál, ið varð sett fyri Visjón 2015-ætlanina hjá Føroya Landsstýri, har tað í aðalmálinum fyri grundarsteinin ’infrakervið’ varð staðfest, at tað skuldi vera trygt at ferðast í Føroyum. Í partsmálinum fyri ferðslutrygd staðfesti Visjón 2015, at talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skal verða 30 % minni í 2015 enn í dag (2006). Málið er grundað á nullhugsjónina, sum er samtykt í Løgtinginum.

Ferðslutrygdarætlanin inniheldur millum annað ítøkilig tilmæli at betra um ferðslutrygdina í breiðum høpi. Málið við ferðslutrygdarætlanini (leinki til Ferlsutrygdarætlanina) var og er, at hon er stavnhald hjá landi, kommunum, feløgum, fyritøkum, einstaklingum og øðrum, sum eru við í arbeiðinum at arbeiða fyri størri trygd á føroyska vegakervinum.

 

Skipan um klippikort

1. januar 2008 kom lógin um klippikort (leinki til www.klippikort.fo) í gildi. Nú var munandi lættari at missa koyrikortið fyri brot á ferðslulógina. Royndir bilførarar høvdu nú trý klipp, meðan óroyndir høvdu tvey.  Klippikortið fevnir um álvarssom brot á ferðslulógina, sum ikki í sær sjálvum føra til frádøming av koyrirættinum, men sum hóast tað eru vandamikil fyri ferðsluna. Klippikortið er galdandi fyri øll motorrikin akfør, sum koyrikort krevst til. Tað vil siga vanligur persónbilur, bussur, lastbilur, motorsúkkla, lítil motorsúkkla, traktorur og motoramboð, tó ikki prutl.

 

Herd ferðslulóg í 2009

Í 2009 var promillumarkið lækkað úr 0,8 niður í 0,2 – ein greiður boðskapur um, at rúsdrekkakoyring als ikki varð góðtikin. Eisini revsingin fyri rúsdrekkakoyring varð herd. Somuleiðis varð revsingin fyri at koyra ov skjótt munandi herd.

 

Átøk í 10’unum

Kunnandi átøk hjá Ferðslutrygd snúgva seg í mestan mun um hesi evni: Ferð, rúsdrekka, trygdarbelti, gáloysni, hjálm og endurskin. Hetta tí hesi evni ganga ofta aftur í álvarsligum ferðsluvanlukkum. Eisini vil Ferðslutrygd fyribyrgja við at vera við til at geva børnum góðar vanar frá byrjan, sum sæst aftur í átøkum og undirvísingartilfari til børn og ung.

Kunningarátøk hjá Ferðslutrygd verða í alt størri mun framd á internetinum, tað vil siga á føroyskum og útlendskum portalum, á facebook, heimasíðu og so framvegis. Í øllum kunnandi átøkum verður samstarvað til løgregluna, sum ger kanningar við sama evni, sum átøk eru. So vítt gjørligt verða Gallupkanningar gjørdar áðrenn og aftan á átøk fyri at síggja, í hvønn mun tað hevur ávirkað málbólkin.

 

Nýtt undirvísingartilfar til fólkaskúlan

Í august 2014 varð nýtt talgilt undirvísingartilfar latið fólkaskúlanum til øll floksstig. Tilfarið verður hýst á undirvísingarportalinum hjá Námi,  www.snar.fo, (leinki til) sum hýsir øðrum undirvísingartilfari til føroyska fólkaskúlan. Tilfarið er í mestan mun danskt og norskt undirvísingartilfar, sum er tillagað til føroysk viðkurskifti og umsett. Við hesum er alt tilfar tøkt hjá øllum samstundis og er lætt at dagføra. Arbeiðið hevur verið gjørt í tøttum samstavi við tilvísingarbólk av lærarum og við Mentamálaráðið og Nám. Eisini hava fleiri partar verið hoyrdir á leiðini, herundir Føroya Lærarafelag, Felagið Skúli & Heim, Skúlaleiðarafelagið, Føroya Pedagogfelag og onnur. RFF hevur havt skeið fyri lærarum um nýtslu av tilfarinum, eins og vitjað hevur verið á at kalla øllum skúlum fyri at greiða skúlaleiðslum frá tilfarinum. Harumframt hevur Ferðslutrygd vitjað foreldrafundir, fyri at vísa foreldrum á týdningin av teirra leikluti, tá um ræður trygg børn í ferðlsuni.

 

1. floksnæmingar súkkluhjálm og endurskinsvest

Í mong ár hevur Ferðslutrygd latið næmingum súkkluhjálm og endurskinsvest. Súkkluhjálmin í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd og endurskinsvestin í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar. Harumframt fáa børnini faldaran, Børn í bili og í ferðsluni, við góðum ráðum at hava heim við til foreldur.

Tá barnið verður uppskrivað til 1. flokk, fáa foreldur faldaran, Á veg í skúla. Faldarin inniheldur góð ráð um, hvussu foreldur eiga at venja skúlaleiðina við barninum og aðra henta vitan.

 

Ferðsludagar fyri landsins 8. flokkum

Ferðsludagarnir, sum Jón Kragesteen tók stig til í 1998, verða alsamt hildnir, tó við dagførdari skrá. Allir 8. flokkar møta upp á hvørjum ári, og eftirmetingarnar eru stak góðar, bæði frá næmingum og lærarum.

 

Nýggj dagførd heimasíða

Í juli 2015 varð heimasíðan, www.ferdslutrygd.fo, dagførd í nýggjum sniði. Endamálið er, at øll vitan og góð ráð eru lættliga tøk hjá øllum áhugaðum – foreldrum, skúlanæmingum, lærarum, fjølmiðlum og áhugaðum føroyingum.

 

Ferðslutrygd á Facebook

Stórur partur av føroyingum eru á facebook. Onkur hevur mett, at 70 % okkara hava vangamynd og eru javnan innritað. Tí er facebook ein sjálvsagdur miðil til stuttar boðskapir og átøk hjá Ferðslutrygd.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi