Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Cruz og Norris vilja, at El Chapo rindar múrin við narko-pengum

Andøvsløtan | 13/01-2019 14:30

Tað gongur striltið hjá Trump forseta at finna fígging til verjugarðin móti flóð-alduni av ólógligum analfabetum og brotsmonnum til USA úr Latínamerika.

Eyðvitað ynskja Democrats so nógva bermu sunnaneftir, tí tey vilja dusa sær í heilsu-, útbúgvingar- og almannapengum og lata Dems atkvøðurnar afturfyri.

Nú nokta tey vinstrahallu, ið 8. nov fingu meiriluta í Umboðsmannatinginum, at játta $ 5,7 mia til at byrja virkismúrin, so 1/4 av almenna USA liggur lamið. Hetta eru somu Democrats, Schumer, Pelosi, Hillary og Obama, ið skutu upp at játta $ 25 mia til sama múr, tá Bush og Obama vóru forsetar, men fullu frá.

Hvussu skal Trump so fáa fígging til “brimverju” ímóti ólógligu flóðalduni? Hann hevur ætlað at lýsa undantaksstøðu og fáa hermegina at byggja múrin. Bakkar Trump, fýkur hansara umdømi og politiska ávirkan, tí hann kann ikki líta nøkrum Republikanum aftur um eina hurð. Veikastur er Mitt Romney.

Beinkonservativi Texas senatorurin, Ted Cruz, hevur lagt “El Chapo Act”, lógaruppskotið fyri senatið. Navnið kenna flestu amerikanarar, tí hon er nevnd eftir tí mest illa gitna mexikanska narko-baróninum í amerikanskum fongslum.

El Chapo er kelinavn hjá Joaquin Archivaldo Guzman Lorea (ljóðarfínt), hvørs blóðsølkaðu drøggbrotslið hava herjað sum smuglarar á USA-Mexico markinum í áratíggju, til løgreglan hjá báðum londum fangaðu og fingu hann dømdan fleiri lívlangar fongulsdómar. Hann situr nú í USA.

Tað, sum gjørdi lógaruppskotið hjá Ted Cruz víðagitið, var, at sjálvur Chuck Norris, fleiri ferðir heimsmeistari í karate, so høvuðsleikari í “Walker, Texas Ranger” SV-røðini, og seinnu árini viðurkendur konservativur greinari í amerikanskum miðlum, eisini hevur skrivað um, at USA eigur at leggja hald á tær o.u. $ 15 mia, sum El Chapo er verdur á nú sperraðum bankakontum.

(Tað, mær dámar Chuck Norris best fyri, er úthurðaskeltið við skambyrsu á og tekstinum: “We don’t call 911” (vit ringja ikki 112, altso eftir løgregluni). Eingin búrhundur hevur enn torað at brotið inn til Norrisfólkini í Hollywood).

Um fleirtal fæst fyri uppskotinum, “El Chapo Act”, hjá Ted Cruz, skuldi verið leyst og liðugt við at finna fígging til lívsneyðuga verjugarðin hjá Trump til at halda 2 mió ólógligar latínamerikanskar innbrótarar árliga úti úr USA.  

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi