Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Bústaðarloysn í Tórshavn, miðstaðarøkinum

Innanlands, Lesarabrøv | 12/01-2019 14:46

Tørvur er á at skipa og stýra bústaðarbyggingini í høvuðsstaðnum betri og meira málrættað. Fleiri privat-vinnuligir íleggjarar og fíggingarstovnar mugu koma framat og sleppa at byggja undir somu kappingartreytum, sum eitt nú almenna felagið Bústaðir. Sambandsflokkurin hevur eitt boð uppá tær loysnir, sum kunnu gera mun og seta meira ferð á bústaðarbyggingina. Tað verður avgerandi neyðugt at savna saman og brúka allar hóskandi skipanir og royndir frá bústaðarbygging - eisini royndir úr útlandinum

Strategiskar avbjóðingar

Tað er nakrar serligar strategiskar avbjóðingar á bústaðarøkinum, eitt nú fólkavøkstur,  broyttur bústaðartørvur og fløskuhálsar á arbeiðsmarknaðinum. Harafturat sær út til, at tað almenna stendur fyri størsta partinum av íbúðarbygging í Tórshavn - sum heild kundi eitt býtið heldur verið 1/3 alment og 2/3 privat byggjarí.

Tørvur er á umleið 600 íbúðum í miðstaðarøkinum. Tað eru møguliga einar 9 mia. kr. í uppsparing ella tøkum peningi í ymiskum grunnum og stovnum í samfelagnum - ein kapitalur, sum stendur meira og minni óvirkin og kemur ikki til gagns fyri samfelagið.

Mál og strategi

Málið á bústaðarmarknaðinum má vera ein bygnaður og fyriskipan, sum kann tryggja m.a. fylgjandi:

  • Greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum alment og privat byggi- og útleigu­virksemi
  • Býtið millum alment og privat byggjarí er í einari hóskandi javnvág
  • Samstarv og samskipan millum myndugleikar, vinnuna og ymsar áhugabólkar
  • Neyðug fígging og kapitalur til byggiverkætlanir
  • Vinnuligu aktørarnir sleppa framat og kunnu virka effektivt í valdu skipanini og eru líkastillaðir við tað almenna
  • Breitt útboð av bústøðum, sum svarar til eftirspurningin hjá ymsu málbólkunum
  • Bílig og dygdargóð bygging
  • Politiskar langtíðarætlanir fyri útstykkingar og byggiverkætlanir

Við verandi gongd í byggivirkseminum og avmarkingum á arbeiðsmarknaðinum, so vil tað taka eini 10 ár áðrenn ein nøktandi javnvág verður á bústaðarmarknaðinum í Tórshavn, bæði tá talan er um tal á bústøðum og eitt útboð, sum dekkar tørvin breitt hjá ymsu málbólkunum. Skiljast má millum loysnir uppá stutt sikt, sum kunnu fáa ein skjótan virkna viðvíkjandi tí meira akuttu bústaðarneyðini, og síðan loysnir, sum mugu koma upp á millumlangt sikt 5 ár og longri sikt 10 ár.

Ymiskir aktørar og teirra leiklutir

Hesir aktørar eru, tá talan er um bústaðapolitikk og bygging: Land, kommunur, íleggjarar, fíggingarstovnar og grunnar, vinnan og brúkarar.

Pensjónsfeløg, tryggingarfeløg og vinnuligir bankar og grunnar (eisini, sum tað almenna eigur í) flóta yvir av avlopsgjaldføri, sum verður plaserað í útlandinum. Eitt av tí stóra samtakinum, sum kundi veri við til bústaðarfígging hevur nýliga boðað frá, at teir trekkja seg úr íløgum saman við øðrum á bústaðarmarknaðinum. Men tað eigur ikki at góðtakast.

Fyri føroyska samfelagið og føroyingar, sum eru kjarnukundarnir, er hesin kapitalur deyður ella óvirkin kapitalur, sum onki samfelagsgagn gerð, hóast, at hesir stovnar m.a. eiga at liva upp til meginreglurnar innan Corporate Social Responsibility - hetta at virka til fyrimuns fyri tað samfelag, sum fyritøkan er partur av og virkar í.

Land og kommunur eiga ikki at byggja, reka og leiga út bústaðir - hetta eigur privati marknaðurin at taka sær av. Tað almenna skal skapa neyðugu karmarnar. Bústaðir eigur tí meira at nøkta tann bráðfeingistørv, sum er íkomin.

Øll bygging skal gerast eftir tí tørvi, sum teir ymsu brúkarnar hava, og tí skal brúkarin altíð inndragast so ella so.

Loysn á bústaðartrupulleikunum

Sambandsflokkurin vil við hesum vísa á nøkur innsatsøki, sum kunnu innganga í eina bústaðarloysn:

Bygging

  • Býlisskrá má gerast, so vit fáa nøkur greið hagtøl um bústaðartørvin at planleggja og taka avgerðir út frá
  • Fjølbroytt úrval av bústøðum - eftir brúkaratørvi o.a.
  • Elementbygging - standardloysnir og til lægri prís
  • Privata byggivinnan má koma meira við fyri at nøkta allan tørvin á bygging
  • Leigulógin eigur at endurskoðast, m.a. við atliti til, at heilsuskaðiligir bústaðir ikki mugu útleigast, heimild til leigunevndina at regulera órímiliga húsaleigu o.a.
  • Bústaðarfeløg kundu fingið heimild til alternativa bústaðarbygging, t.d. integrearaðar leigubústaðir og vardir bústaðir við felagsfacilitetum, har privat kundu gjørt íløgurnar og tað almenna kundi rindað part av rakstrinum
  • Íbúðarískoyti til fólk við láginntøkum, herundir einligar mammur og pápar, lesandi o.o.

Størri útboð ella fleiri íbúðir geva møguleika fyri lægri prísum til at útvega sær ein bústað.

Kapitalur og fígging

  • Bústaðarfígging eigur at verða víðkað við alternativum fíggingarmøguleikum, sum t.d. ein almennur Bústaðarbanki
  • Almennir grunnar og stovnar, umframt privatir fíggingarstovnar og tryggingarfeløg, eiga at vera við til at útvega kapital og fígging
  • Selja og keypa lánsbrøv - trygd í ognum
  • Private-Public Partnership, PPP - íleggjarar og fíggingarleistur

Møguleikarnir eru óteljandi, um vilji og handling er til staðar.

Tað er væl ein mannarættur og ein hornasteinur í einum vælferðarsamfelag at hava egnan bústað - og tí eiga bústaðarmál ikki at gerast ein partapolitisk kastibløka.

Johan Dahl

 

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi