Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Felagið Heimafriður setur spurnartekin við ljóðkanning

Innanlands, Politikkur, Vinnulív | 21/01-2019 10:15

Kannaðu seg sjálvan og vóru óvanliga friðarlig, meðan kanningin varð gjørd.

Felagið Heimafriður ger nú vart við, at ljóðkanningin, sum Umhvørvisstovan, Tórshavnar Kommuna, Tórshavnar Havn og Faroe Pelagic lótu gera í Kollafirði í 2018 var ikki nøktandi.

Í opnum skrivi til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sigur felagið, at ljóðkanningartólini gjørdu mátingar í tíðarskeiðinum 2. august til 2. oktober 2018, tá óvanliga lítil skipaferðsla var á fjørðinum, friðarlig skip lógu inni, og skipini sløktu óvanliga skjótt høvuðsmotorin í hesum tíðarskeiðnum.  Ongar klagur um larm vóru sendar ella móttiknar og eisini lógu skip við landstreymi, meðan kanningarnar vórðu gjørdar, og hetta vóru skip, sum ongantíð áður hava nýtt hesa tænastu, sigur felagið.

“Tað mest undrunarsama hetta tíðarskeiðið er, at tað skipið sum flestar klagur eru sendar
um, var ikki inni á fjørðinum eina einastu ferð meðan langtíðarmátingarnar vórðu gjørdar.
Undanfarnu ár og mánaðir hevur hetta skip ligið inni í longri tíðarskeið umleið triðju
hvørja viku. Og bert fáar dagar eftir at langtíðarmátingartólini vóru tikin niður, stevndi sama
umtalaða skip aftur inn á fjørðin,” sigur felagið Heimafriður í brævinum til Sirið Stenberg.

Felagið undrast á, at tey sum stóðu fyri kanningunum vóru í fleiri førum tey somu, sum skuldu kannast, harímillum var Tórshavnar kommuna og Tórshavnar Havn. Eisini nevnir felagið, at Faroe Pelagic, sum sambært felagnum, hevur áhuga í, at kanningin kemur vinnuni til góðar, var samstarvsfelagi í fyrireikingar- og kanningararbeiðinum.

Staðbundin arbeiðsbólkur hevði fleiri ynski

Felagið Heimafriður vísir á, at ein staðbundin arbeiðsbólkur hevur gjørt eina umfatandi frágreiðing um støðuna á Oyrareingjum og Signabø, og bólkurin hevur havt nógvar fundir og annað samskifti við avvarandi myndugleikar, politikarar og onnur viðkomandi.

“Myndugleikarnir komu síðani til ta niðurstøðu, at ein umfatandi ljóðkanning skuldi gerast,
fyri at myndugleikarnir kundu gera niðurstøður og arbeiða víðari við málinum. Áðrenn hesa
ljóðkanning kundi tískil einki gerast,” sigur felagið.

Arbeiðsbólkurin gjørdi bæði á fundum og í skrivum vart við fleiri viðurskiftir, sum
ljóðkanningin skuldi taka hædd fyri. Millum annað varð víst á staðseting av ljóðmátingatólunum og hvørjum dB mátast skuldi í, fyri at lýsa ljóðtrýstið og ristingarnar.

“Mest umráðandi var, at ljóðmátingar sjálvsagt skuldu gerast tá skip, sum klagað hevur
verið um, lógu inni,” sigur felagið Heimafriður í skrivinum til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.

“Henda umfatandi ljóðkanning, skuldi paradoksalt gerast, hóast staðbundni arbeiðsbólkurin
vísti á, at borgari á Signabø hevði gjørt stakmátingar av larmi frá skipum og skjalfest tær
síðan 2006,” sigur felagið Heimafriður. Ljóðkanningarnar hjá borgaranum á Signabø eru, sambært felagnum, gjørdar við ljóðmátingartóli til endamálið og eftir forskriftunum. Hesa ljóðkanning hava myndugleikarnir fingið saman við frágreiðingini frá staðbundna arbeiðsbólkinum.

“Borgarin hevur eisini gjørt stakmátingar í tíðarskeiðinum, sum umtalaða kanningin hjá
Steingrund Akustik er gjørd. Ein mátistøð hjá Steingrund Akustik var á sama stað, sum
borgarin hevur mátað øll árini. Kanningarnar sum borgarin hevur gjørt hava víst seg at
endurspegla úrslitini, og hava víst seg at vera tætt uppá tær mátingar, ið Steingrund Akustik
hevur mátað sama tíðarskeið. Harvið er sannlíkt, at mátingarnar seinastu 13 árini, ið borgarin
hevur gjørt eru eftirfarandi,” sigur felagið Heimafriður.

Felagið spyr tí Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, millum annað, um hon metir at nýggja kanningin er nøktandi, um hon kann nýtast til tað, hon er ætlað til og um gegnistrupulleikar eru við kanningini?

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi