Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hanna Olsen úr Syðrugøtu, fekk heiðurin “Ársins eldsál 2018” frá Venjarafelagum

Innanlands, Ítrottur | 21/01-2019 15:30
Hanna Olsen, Ársins eldsál 2018, og Jóan Pauli Jacobsen frá Venjarafelagnum | Mynd: Hans Erik Danielsen | Mynd: fsf.fo

Í samband við Temadagarnar á Hotel Føroyum um vikuskiftið, nýtti Venjarafelagið høvið at heiðra Honnu Olsen úr Víkingi, sum Ársins eldsál 2018. Sum tannáringur misti Hanna brádliga mammu sína, og tá var tað serliga fótbólturin, ið hjálpti henni í eini tungari tíð

- Tá eg var tannáringur, misti eg brádliga mammu mína. Hon small um við heilabløðing, og sum 15 ára gomul var hetta heilt øgiliga hart. Men fótbólturin, og tann felagsskapurin, ið fylgir við tí, hjálpti mær ígjøgnum eina tunga tíð í lívinum, og tað eri eg ómetaliga takksom fyri.

Orðini eigur Hanna Olsen úr Syðrugøtu, ið um vikuskiftið fekk heiðurin “Ársins eldsál 2018” frá Venjarafelagum.

Í 1991 vann Hanna Olsen føroyameistaraheitið við fremsta kvinnuliðnum hjá ÍF, har hon eisini sleit sínar allar fyrstu fótbóltsskógvar. Men seinastu mongu árini hevur hon verið ein virkin og týðandi partur av fyrst GÍ og síðani Víkingi.

Tað er onki at ivast í, at fótbóltur er bæði gevandi og mennandi fyri børn, ung, miðalaldrandi og eldri. Tað er tí eisini sera týdningarmikið, at hetta verður væl fyriskipað, soleiðis at øll kenna seg væl í einum tílíkum felagsskapi. Og í slíkum førum er tað oftani eldsálirnar, og øll tey sjálvbodnu, ið gera eitt sera stórt arbeiði.

- Fótbóltur hevur givið mær so ótrúliga nógv, og eg veit, hvussu nógv tað hevur at siga fyri mong. Tí ynski eg bara at geva eitt sindur aftur av øllum tí, sum eg havi fingið. Tað er eisini so ótrúliga lívsjáttandi at arbeiða millum børn og ung, og síggja hvussu tey mennast.

- Páll Guðlaugsson var venjari hjá okkum, tá mamma doyði, og ta fyrstu tíðina, eftir at mamma var farin, var hann ein heilt fantastiskur stuðul hjá mær. Tað skal hann eiga eina stóra tøkk fyri, sigur Hanna Olsen at enda, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Tað skrivar FSF.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi