Soleiðis skrivaði Anita, tá Sjúrður fór upp í Javnaðarflokkin
"Man skuldi nú ynskt at fólk plaseraðu seg har, tey vóru sannførd politiskt, og ikki bara har tey síggja sær eina taburett".
Í Degi og Viku í gjárkvøldið váttaði Anita á Fríðriksmørk, at Sonja Jógvansdóttir sleppur ikki uppí tingbólkin hjá Tjóðveldi.
Flokkurin hevur eisini uppliva, at ein tinglimur er farin úr Tjóðveldisflokkinum og uppí annan flokk.
Hon ilskaðist helst inn á Javnaðarflokkin, tá hon tann 22.August 2011 skrivaði eitt sera hvassorða lesarabræv, tá tað frættist, at Sjúrður var farin uppí bæði tingbólk Javnaðarflokksins og uppí sjálvan flokkin.
Nú í 2019 stendur Tjóðveldi í somu støðu, nú Sonja vil uppí Tjóðveldi.
Anita skrivaði soleiðis tann 22. August 2011
Politiskur samleiki ella opportunisma
Man tað fara at hjálpa uppá politiska identitetstrupulleikan í Javnaðarflokkinum, at Sjúrður Skaale gerst partur av flokkinum?
Ongin ivi skal verða um hansara gávuriku evni. Men eg eri bangin fyri, at hann fer líka so nógv eftir teimum signalum, sum eru uppi í tíðini, sum Javnaðarflokkurin vanliga ger, tá ið flokkurin ikki veit, hvat hann skal meina um ymisk mál. Og tað styrkir ikki flokkin politiskt. Bara opportunistiskt!
Er flokkurin til vinstru ella høgru? Til vinstru, sigur Eyðgunn! Nei, nei Klassakampurin er av, sigur formðaurin, og so stuðla tey skattalættum til tey ríku.
Er flokkurin so sambandsflokkur ella fullveldisflokkur. Anopaa! sigur formaðurin, nei nei vit eru samríkisflokkur, men vit vilja av við blokkin í takt við búskaparvøksturin. Og dog!
Og so kemur Sjúrður Skaale, sum fyri 14 døgum síðani bedýraði sín stuðul til Flat-tax skattin hjá Fólkaflokkinum. Ein skattaskipan, sum framsøgufólki hjá Javnaðarflokkinum (tann dagin) sáplaði niður.
Men í tíðindaskrivi í dag, sigur flokkurin, at tey eru samd við Sjúrð Skaale í skattamálum.
Er tað so høgrasinnaði flattax-skatturin hjá Fólkaflokkinum, sum Javnaðarflokkurin nú er á veg eftir, ella hevur Sjúrður Skaale broytt støðu frá tí, sum hann segði fyri 14 døgum síðani.
Vit vóru nógv sum væntaðu at Sjúrður Skaale var á veg upp í Framsókn, tí hann hevur grundgivið við so borgarligum sjónarmiðum í seinastuni. Men so var ikki, hann fór aftur í Javnaðarflokkin.
Um tað er tí, at hann sær sær ein størri møguleika at verða valdan inn á Fólkating á listanum hjá Javnaðarflokkinum enn álistanum hjá Framsøkn, veit eg ikki.
Man skuldi nú ynskt at fólk plaseraðu seg har, tey vóru sannførd politiskt, og ikki bara har tey síggja sær eina taburett.
Men við ynskjum um gott samstarv ynski eg Sjúrði Skaale góða eydnu. Politiskt!
Annita á Fríðriksmørk
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











