Italska stjórnin bjóðar foreldrum “traðir” fyri at fáa fleiri børn
Tá føroyingum í 19. og fyrru helvt av 20-øld illa fingu mat í munnin, bjóðaðu myndugleikarnir ognarleysum fólki traðir at velta epli og gras undir kúnna.
Tá kollvelting hevur verið í tilafturskomnum landi, bjóða nýggir valdsharrar ofta fátækrafólki dyrkilendi burtur av stórgóðsum aftur fyri politiskan stuðul.
Nú hevur italska stjórnin umsíður sæð álvaran í, at Italia hevur lægst burðartal í Evropa og verður eitt land uttan innføddar italienar innan 100 ár.
Nýggja høgrastjórnin, ið noktar islamskum havrekum úr Norðurafrika at seta fótin á land í Italia, bjóðar nú ungum italskum hjúnum ein ókeypis jarðarteig av statsjørð í 20 ár, um tey fáa sær tað triðja barnið. Tilboðið geldur til 2021.
Tey fáa eisini boðið rentufrítt 1,5 mió kr lán til at reisa búgv nær trøðni. Onnur uppskot eru eisini í nýggju fíggjarlógini, sum ES hartar fyri ovurnýtslu. Andstøðan argar samgonguna við hesum “miðaldarpolitikki”, og at nýggja stjórnin skuldi heldur gjørt Italia meiri barnavinarligt við m.a. barnaansing. Sjálv gjørdi nú andstøðan einki barnagott sjálv øll árini, tá hon ráddi Italia.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











