Rák (32) Uppreisturin hjá Gulu vestunum í Frankaríki
Fleiri hundrað túsund franskmenn hava, siðani miðskeiðis í november mánaða, mótmælt, ílatnir gular endurskinsvestar. Gulu vestarnir gera uppreistur móti franska forsetanum, Emanuel Macron, móti stjørnini og kapitalismu. Í Rák hesa ferð verður farið í dýbdina við uppreistrinum hjá Gulu vestunum í Frankaríki.
Ein gestur er í sendingini, tað er Rólant í Skorini, lektari í fronskum og religiónsvísind. Vit tosa m.a. um tjóðarkjakið, sum franski forsetin, Emanuel Macron, hevur í hesum døgum. Hann ferðast runt og samskiftur við allar borgarstjórar í landinum, í royndini at loysa kreppuna, sum uppreisturin hjá Gulu vestunum hevur elvt til.
Vit hoyra, at Gulu vestanir m.a. vilja hava meira demokrati og meira vald til borgarar og kommunur. Tey halda at almennu útreiðslurnar eru ov høgar, at toppstýringin skal broytast og at fólkaatkvøður skulu uppraðfestast. Tosað verður um hvussu Gulu vestarnir eru blivnir ein rørsla, sum eisini spjeiðir seg til onnur lond, um tann harðrenda partin av rørsluni, um hvørjir teir Gulu vestarnir eru og um nýggj rák innan politikk.
Annika Bolton Mortensen er vertur í sendingini.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











