Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum varð í kvøld latið Leu Kampmann, sangara og
sangskrivara, á hátíðarhaldi á Fróðskaparsetrinum.
Hansina Iversen, myndlistafólk, sum situr í tilmælisnevndini hjá grunninum, segði m.a. í grundgevingini fyri at lata henni gávugóðsið:
“Í tónleikinum hjá Leu hoyrist, at hon er uppvaksin við klassiskum tónleiki, eitt nú í kórútsetingunum í
innspælingum hennara, og huglagið í tónleikinum er inspirerað av klassiska tónleikinum. Men
huglagið og inspiratiónin kemur sanniliga eisini frá rútmiska tónleikinum og kendum sangskrivarum,
sum Leonard Cohen, Joni Mitchell og Jeff Buckley... Lea gongur nú á triðja ári á tónleikamiðnámi í
Tórshavnar Musikkskúla.”
Thorvald Poulsen av Steinum var urtagarðsmaður í Havn, sum testamenteraði pengar í ein grunn,
sum skuldi stuðla og eggja gávuríkum ungum listafólkum til útbúgving. Í nevndini fyri grunnin sita
altíðrektarin á Fróðskaparsetrinum, forfólkið í LISA og forfólkið í Føroya Lærarafelag.
Í takkarrøðuni segði Lea Kampmann, at hon sum fimm ára gomul flutti til Danmarkar. Tá ið hon hevði
lokið studentsprógv flutti hon aftur til Føroya. Í fyrstu atløgu var ætlanin at vera “heima” í eitt hálvt
ár. Nú eru fýra ár liðin, og Lea kennir Føroyar sum sítt heim. Hon ætlar sær tó av landinum fyri at
nema sær útbúgving innan tónleik, og stuðulin frá Thorvaldi kemur væl við.
Mest lisið í farnu viku

Eg vil biðja um treytaleysa umbering

Javnaðarflokkurin roynir seg aftur við skeivum tølum

Hanna og Óluva býta Mentamálaráðið í millum sín

R7 Premier League (36) - 11. feb 2019

Prát við Sámal Hansen um "Hjálparfólkafelagið"

Nógv nebbasild í fiskinum

ST í størstu peninganeyð – fast taki teimum

FÍGGJARSTØÐAN STØÐUFASTARI ENN LANDSBANKIN VÍSIR Á

Prát við Jógvan Poulsen og Tóra Højgaard um politisku støðuna í USA

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

Ísraelsk vísindafólk siga seg beina fyri krabbameini innan 1 ár

Stóribeiggin kemur aftur

Nýggir tunlar norð um fjall - samferðsluætlanin hjá LV

Møtirøð í Berøa, Saltangará - spennandi vikuskifti

Viktor Orban hóttir gøtusovarar við samfelagstænastu

Hugnaløtan (52) - Gestur: John William Joensen

Prát við Pola Mikkelsen, fyrrverandi sjómansskúlalærara

Stjórnin í New Dehli tikið borgararætt frá 4 mió islamum í Assam

Tíðindi klokkan 12

Myndarøð: stormur í Vági

Kina sett 1 mió fólk í “venjingarlegur”

Bróður Nikolas - framvegis á Kuba

Føroya Flokkurin stillar ikki upp

Lea Kampmann fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











