Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Menningarætlan fyri ferðavinnuna

Innanlands, Lesarabrøv | 08/02-2019 20:00

Visit Faroe Islands varð stovnað í mai 2014, tá ið Ferðaráð Føroya við lóg varð umskipað til alment partafelag. Visit Faroe Islands P/f skal - vegna landið - samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, og málið er, at umsetningurin í ferðavinnuni skal vera tvífaldaður í 2020.

Visit Faroe Islands P/f umsitur eisini stuðulin til tær seks kunningarstovurnar, sum eru kring landið, umframt aðrar stuðulsskipanir, ferðavinnuni at frama. Visit Faroe Islands umboðar Føroyar í ferðavinnufelagsskapinum NATA, sum er eitt ferðavinnusamstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland.

Landið eigur allan partapeningin, og landsstýrismaðurin velur á hvørjum ári sjey nevndarlimir.

Samansetingin í nevndini er soleiðis, at allir teir størstu aktørarnir innan ferðavinnuna í Føroyum eru umboðaðir og reint geografiskt eru hesir so at siga allir úr miðstaðarøkinum.

Hetta er kanska ikki tann besta loysnin frameftir, serliga tá ið hugsa verður um, at um ætlanin er at menna ferðavinnuna um at landið, mugu aktørar í útjagaranum eisini verða umboðaðir.

Um vit takað gongd í haga og náttúruupplivingar, eiga umboð at verða vald í nevndina fyri Visitfaroeislands, sum umsita og eiga jarðirnar, serliga tá ið hugsa verður um at “hiking” er eitt stórt ferðamál. Eitt umboð fyri Bóndafelagið og eitt umboð fyri Óðalsfelagið eru eftir mínum tykki sjálvsøgd umboð í nevndini, tá ið hugsa verður um samstarv og at finna ein hóskandi leist at røkka settum málum.

Nøktandi vitan á júst hesum økinum er ikki til staðar og tað er beinleiðis skeivt, tá ið tað verður ført fram, at eingin greið lóggáva er á økinum.

Á framløgudegnum í dag, var alt sera gott og spennandi. Landsstýrismaðurin Poul Michelsen hevði eina frálíka byrjan og framløgurnar frá Visitfaroeislands vóru bæði góðar, hugvekjandi, spennandi og viðkomandi.

Faktiskt helt eg alt var sera gott og sera spennandi frá byrjan til enda.

Men, ja tað er eitt men. Partar av tí, sum verður ført fram í hornasteininum #4 eru beinleiðis skeivir upplýsingar. Har stendur m.a. at galdandi lóggáva svarar ikki til dagsins samfelag og er ikki nóg góð til at skapa tryggar karmar um náttúrunýtslu og ferðavinnu. Ístaðin fyri at hyggja nærri eftir galdandi lóggávum á økinum og takað teir sum dagliga fáast hesir viðurskiftir, vendir man sær til politikkarnir og heitir á ta politisku skipanina, at at feiða vegin fyri hesari visiónini. Somuleiðis verður ført fram, at tað eru sera ógreið viðurskiftir hesum viðvíkjandi. Tað er beinleiðis skeivt, tí vit hava sera greið viðurskiftir og sera greiða lóggávu á økinum.

Eftir mínum tykki er hetta ein sera ódámligur leistur at arbeiða eftir og eisini sera arrogant og óvirðiligt mótvegis galdandi skipan og lóggávu. Hesin hugburður má broytast alt fyri eitt, soleiðis at aðalendamálið ikki fellur til grunda.

Eg vil somuleiðis vísa á fylgjandi:

Hagalógin
L. nr. 172 frá 18.05.1937 fyri Føroyar um hagastýri og røkt v.m. sum seinast broytt við Ll. nr. 82 frá 19.06.1990.

Lóg um Landsjørð
Løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 194 frá 23. desember 2018

Girðingarlógin
L. nr. 171 frá 18.05.1937 fyri Føroyar um girðingar og friðing av lendi, sum seinast broytt við Ll. nr. 30 frá 17.03.1951.

Náttúrufriðingarlógin
Løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995

Náttúruverdarlógin
Løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995

Matrikkullógin
Løgtingslóg nr. 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m. sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 25. mai 2009

Sostatt er tað beinleiðis skeivt, tá ið tað verður ført fram, at eingin lóggáva er á økinum, og haldi tað er sera umráðandi, at um man arbeiðir við at menning av ætlanum virðir og ikki minst viðurkennir galdandi lóggávur á økinum.

Tað sum krevst fyri at finna eina hóskandi loysn fyri allar partar og fyri at fáa skipaði viðurskiftir, er at venda sær til røttu viðkomandi og ikki bara royna at leypa upp um garðar fyri at náa sínum settu málum.

Vit tosað jú um menning av einari ferðavinnu fyri allar Føroyar, so sjálvandi skulu allir partar verða við til at menna hesa spennandi vinnu.

Símun Gullaksen

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi