Philip Prinsur letur koyrikortið frá sær
(Stutt tíðindi úr útheiminum).
97 ára gamli Philp Prinsur - eisini nevndur Hertugin av Edinburgh, hevur sjálvboðin latið koyrikortið frá sær, eftir at hann fyri stuttari tíð síðani gjørdi samanstoyt við ein annan bil. Avgerðin er tikin “eftir gjølla umhugsan,” sigur Sky News.
Hertugin av Edinburgh, sum skjótt fyllir 98 ár, slapp óskalaður frá ferðsluóhappinum sum hendi tætt við góðsið í Sandringham tann 17. Januar. Tvær kvinnur sum sótu í bilinum, sum prinsurin rendi saman við, fingu smærri snuddir. Tveir dagar seinni varð prinsurin sæddur at koyra bil aftur uttan at sita í trygdarbelti. Fyri hetta fekk hann eina ávarðing frá løgregluni.
Hendingin hevur sett ferð á kjakið í Stórabretlandi um eldri bilførarar. Hildið verður at fleiri enn 100.000 bilførarar á bretsku vegunum eru eldri enn 90 ár, sigur tíðindastovan NTB.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi