Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Filmur er týdningarmikil mentan og vinna fyri Føroyar

Innanlands, Lesarabrøv, Mentan, Politikkur | 11/02-2019 20:00

Filmsumhvørvið í Føroyum hevur leingi arbeitt við talentmenning, við at skapa karmar til meira talentmenning og fáa fleiri føroyskar filmar. Nógv skeið eru hildin gjøgnum tíðina, og Klippfisk er partur av einum gevandi evropeiskum netverki fyri talentmenning. Og tað hevur givið úrslit, tað siggja vit á øllum tí tilfarinum, sum seinnu árini er sent inn til føroyska filmstiltakið, Geytan, sum verður aftur nú tann 23.februar.

Vit síggja eisini, at føroyingar hava tikið og nú í størri mun taka útbúgvingar sum leikstjórar, men eisini aðrar útbúgvingar, sum eru viðkomandi í tí stóru krevjandi gongdini at gera ein film. Vit hava sæð teir fyrstu føroysku spælifilmarnar, og vit vita, at fleiri eru á veg.

Vit vita, at føroysk filmsfólk hava arbeitt upp eitt viðkomandi netverk í øðrum londum, so bæði dygd og fígging kunnu vaksa, tí filmur er fíggjarliga tungt virksemi og er ein altjóða mentan og vinna; og skulu vit sum mentan og málsamfelag gera okkum tankar um at vinna hjørtuni og dystin á hesum týdningarmikla mentanarpalli, sum samstundis er ein stór vinna, so mugu vit vera í tí altjóða umhvørvinum.

Filmspolitikkur
Okkara egnu eldsálir innan film hava stungið út í kortið eina ætlan fyri hetta arbeiði, tá tær handaðu álitið Filmsvinnupolitikkur í 2013: http://cdn.lms.fo/media/3781/filmsvinnupolitiska-c3-a1liti-c3-b0- hj-c3-a1-klippfisk-2013.pdf og álitið um filmshús í 2016: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/8494/filmshús.pdf 

Politiska skipanin – landsstýrismaðurin í vinnumálum og løgtingið - hevur seinastu árini tikið filmsumhvørvið upp á orðið og hækkaði játtan til filmsgerð undir Mentamálaráðnum, eins og føroyskt filmshús varð samtykt við lóg í mai í 2017. Húsið, sum vit kenna tað í dag, fór at virka á vári í 2018; 1. mars sama ár varð Tina í Dali Wagner sett sum leiðari.

Afturberingarskipanin var partur av álitinum um filmsvinnu frá 2013 og varð samtykt í løgtinginum í desember í 2017, eins og nakað av peningi varð settur av á fíggjarlógini fyri 2018. Nevnast kann, at Ísland hevur havt tílíka skipan í uml. 20 ár.

Tað hevur alstóran týdning fyri støðuna, sum føroyskur filmur er í nú, at vit taka lógvatak og halda fram við at fylgja tilmælunum. Her er eitt heilt avgerandi tvørpolitiskt mál, at vit halda fram at vaksa um sokallaða filmgrunnin við minst 500 tús árliga á landsins fíggjarlóg, inntil vit eru komin upp á minst 5 mió, helst 7 mió. Hendan samgongan hevur hækkað játtanina við 2 mió – tvs. 500 tús í miðal um árið, hetta valskeiðið.

Átak í Berlin
Tað nýggjasta stigið innan føroyskan filmspolitikk er eitt filmsvinnuligt átak á Berlinale, tí stóra, kenda filmsfestivalinum í týska høvuðsstaðnum. Føroyar sum filmsland er í hesum døgum frá almennari síðu sett fram í ljósið, á tí helst mest viðkomandi marknaðinum fyri okkara filmsmentan og okkara filmsvinnu. Og sum Tina í Dali Wagner, leiðarin á Filmshúsinum segði, tá føroyski hópurin var komin til Berlin: “Vit eru komin fyri at vera”.

Hoyr hana greiða nærri frá, at ein góð kunningarskrá varð løgd fyri føroysku umboðini og um, hvussu ætlanin er at gera okkum galdandi á hesum pallinum, í útvarpsinnslagi í sendingini Nón, hósdagin 7. februar: http://kvf.fo/non?sid=90925

Filmshúsið skipaði fyri sera væl eydnaðari og væl vitjaðari móttøku í Berlin, fríggjadagin 8/2 frá kl.17- 19.30. Tvær aðrar sera stórar hendingar í føroyskum filmi á Berlinale eru, at filmsverkætlanin hjá Sakarisi Stórá, “Oktober”, er ein av 10, sum er vald út ímillum 451 verkætlanir at vinna sær sæti á “Berlin script station” – ein vikulong verkstova við bestu kørmum og serfrøði til at menna sína verkætlan enn meira.

Og so tað, at verkætlanin TROM hjá Tórfinni Jákupsson hevur vunnið sær pláss á “Berlinale Co- Production Market” sum ein av 10 lovandi sendirøðum, sum fáa serligar sømdir at leggja fram fyri týdningarmiklum útlendskum íleggjarum. Vit geva okkum helst ikki far um, hvussu stórt hetta í veruleikanum er og kann gerast fyri føroyska málsamfelagið, fyri okkara luttøku á altjóða mentanarpallinum, fyri menningina av føroysku filmsvinnuni og í tí sambandinum eisini ferðavinnuni.

Føroyskur filmur í menning
Tann, sum fylgir eitt sindur við, hevur eisini sæð, at fyrsti filmur, sum fær mvg- afturbering eftir nýggju lógini, er fyrsti spælifilmurin hjá Anton Petersen, eftir at hann hevur lokið filmsútbúgving í Sarajevo. Leikarar verða m.a. Búi Dam og Noomi Kunoy Heradóttir, og myndafólk verður Rógvi Rasmussen. Upptøkurnar verða eftir ætlan í ár, og filmurin hevur heitið: “Eitt sindur um, hvussu vit elska”.

Hetta er eitt gott og ítøkiligt dømi um menningina innan film í Føroyum, og hvussu ein almennur filmspolitikkur er skaptur seinastu fáu árini. Eitt klikk á heimasíðuna hjá føroyska filsmhúsinum sigur uppaftur meira um, hvat rørir seg, og hvussu praktiski leikluturin hjá hesi týdningarmiklu funktión riggar í verki: https://www.filmshusid.fo/

Eg frøist um at hava verið partur av arbeiðinum fyri filmsmentan og filsmvinnu í Føroyum. Latum okkum standa saman um hesa mentanar- og vinnukós!

Hanna Jensen


Lagt út: Lesarabræv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi