Bretland man eiga dugnaligasta “djóra”bakaran
Ein bakari í London, Hannah Edwards er skuldsett fyri at vera seriumordari eftir at hava lagt myndir av sær, tá ið hon sker í køkur við djóraskapum.
Edwards nevnir seg sjálva “Køkugandakvinnu” Hon er nevniloiga tiltikin fyri at duga at evna køkur í øllum handa skapum, í síðstuni mest av dýrum. Rok stóðst av, at frú Edwards vísti myndir á netinum av sær sjálvari, sum hon við stórum køkuknívi skar í høvdið á einum fittum hundi og einum rossi.
Mótmælini regnaðu inn á I-netið. “Andstyggiligt,” átalaði ein á FB. “Hvussu kanst tú skera og eta eina køku, sum effinett líkist einum livandi dýri?” spurdi ein onnur. “Hatta er sjúkligt,” deildi ein triðja.
Einki batti, at Edwards svaraði: “Hvat bagir tykkum? Hetta er ikki dýr, heldur ikki kjøt, men bert egg, mjøl, smør og sukur!”
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur