Ràk (33) Til #MeToo seminar í Norðurlandahúsinum
Farið verður í dýbdina við #MeToo rørsluni. Vit hoyra um misogyni ella kvinnuhatur, søguliga og mytologiskt, um vandan við at #MeToo verður sædd sum verandi kvinnumál og um, at #MeToo rørslan er ein uppgerð við inngróna valdsmisnýstslu í samfelagsskipanini. Ein stór avbjóðing er, hvussu kvinnur fáa menn at lurta eftir #MeToo perspektiveringini, so øll kunnu samstarva fyri meira javnrættindum.
Umvegis brot úr fyrilestrum og uppleggum frá tiltakinum, sum Norðurlendski Ráðharastovnurin hevur lagt til rættis, verður #MeToo rørslan lýst og sett í perspektiv. Vit hoyra m.a. um kvinnulitteratur, hugsanina hjá teimum 15 ára gomlu og um, at arbeiðspláss kunnu skapa arbeiðsmannagongdir, sum fyribyrgja ágang.
Tosað verður við svenska journalistin og rithøvindan, sum eitur Alexandra Pascalido. Hon er kend sjónvarpskvinna, tilflytari úr Grikkalandi og tosar út frá egnum royndum um væntandi javnrættindi. Vit hoyra eisini frá nógvum øðrum góðum fólki í sendingini: Sissal Kampmann, Gunn Hernes, Elin Brimheim Heinesen, Fìu Winther Poulsen og Øssur Winthereig.
Annika Bolton Mortensen leggur sendingina til rættis.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











