Torradagar hesa vikuna
Hetta er trettandu ferð at skipað verður fyri Torradøgum í Klaksvík.
Afturvendandi tiltakið “Torradagar” er í Klaksvík hesa vikuna.
“Við Torradøgum ynskir Klaksvíkar kommuna seta sjóneykuna á mentanarliga virði innan sjóvinnu, sjólív og tað vinnulív í her annars hevur verið og er,” sigur kommunan um Torradagarnar.
Í ár er Spinnaríið fyri ein stóran part karmur um tiltøkini á Torradøgunum, men eisini Miðhøllin á Skúlatrøð, Posthúskjallarin, Gamla Seglhúsið, Miðstovan og Spaniastova hava ymiskt at bjóða.
Árliga Fiksivinnutingið, har formenninir fyri politisku flokkarnar eru við, er aftur á skránni í ár. Tað verður mikukvøldið klokkan 19 í Miðhøllini á Skúlatrøð. Beinta Løwe og Jón Brian Hvidtfeldt verða vertir.
Skráin fyri Torradagarnar kann síggjast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur