Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Juvél 2 og Missión-Grønland - ein spennandi ferð til Norðurgrønlands 2019

Kristiligar Tíðindasendingar | 20/02-2019 15:35


Tað eru 12 ár liðin síðani Juvél 2 fór sín fyrsta missiónstúr til Grønlands, og síðani tá hevur Juvél 2 farið um kappan við føroyskari manning á hvørjum ári til andaligan fiskiskap bæði í Vesturgrønlandi og Eysturgrønlandi.

Nógv eru støðini, sum eru vitjaði síðani fyrstu ferðina í 2008, og grønlendingar í hundratali hava vitjað umborð hetta tíðarskeiði, og tað kann staðfestast í dag, at hvíta skipið við bíbliusymbolinum frammi á bógnum og Jóhannes 3,16 á skortsteininum, er eitt væl kent og høgt elska skip í nógvum grønlendskum havnum.

Kristiliga Tíðindasendingin hitti Óla Steinberg umborð á Juvél 2 í gjár, og hann sigur, at aftur í ár verður farið missiónsferð til Grønlands. Eftir ferðaætlanini kemur ferðin at vara í knapt 4 mánaðir. Farið verður úr Klaksvík 27. mai og komið verður aftur á Klaksvíkina 18. september.

THULE
Óli sigur, at sum nakað nýtt í ár, so verður siglt heilt norður til Thule. Har hevur Juvél 2 ikki verið áður, men teir hava vitjað einferð áður í Thule, og tað var við Sildberanum í 1977, sum tá var brúktur sum missiónsskip. Tað verður siglt úr Nuuk til Thule, og á leiðini verður vitjað og evangeliserað í umleið 40 bygdum og býum.

Komi verður til Thule fyrst í august. Har verður steðgað nakrar dagar, tá tað verður evangelisera bæði við húsavitjan og møtum í lokala forsamlingshúsinum. Vitjanin í Thule er ein áhugaverd avbjóðing fyri manningina og leiðsluna umborð á Juvél 2, við tað, at hetta er fyrsta vitjanin í Thule seinastu 40 árini. Har liggur eisini Amerikanski hermannabasin, vanliga róptur Thulebasin, har bæði føroyingar, danskarar og amerikanarar halda til. Við á ferðini til Thule vera m.a. Karsten Hansen og Ludvíg Petersen, og skipari á ferðini til Thule verður Olaf Kruse av Eiði.

MASKINMENN
Óli Steinberg sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at teir hava ikki maskinmeistara til allar 4 mánaðarnar í ár. Hann sigur, at teir hava tørv á maskinmeistara í tíðarskeiðinum 27. mai til 04. juli og frá 12. august til 18. september. Møguleiki er at býta tíðina ímillum sín eftir egnum ynski. Óli nevnir hetta sum eitt bønarevni, og vónar at onkur vil bjóða seg fram. Um onkur ynskir at vita meir um hetta, so er ein vælkomin at ringja til Óla Steinberg á telefon 275218 ella 457901.

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi