Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Atlantic Mission og Juvél 2 - páskamissión í Innaru Hebridunum

Kristiligar Tíðindasendingar | 07/03-2019 15:02
Tobermory á oynni Mull


Atlantic Mission fer aftur í ár á trúboðaraferð við missiónsskipinum Júvél 2. Hetta er níggjunda missiónstiltakið hjá Atlantic Mission. Fyrsta ferðin, sum varð gjørd, var í 2011, tá farið var til Lerwick Í Hetlandi. Síðani tá hevur Atlantic Mission við Juvél 2 vitjað fleiri ferðir bæði í Hetlandi, Hebridunum, Orknoyggjunum og nú á oynni Mull í Innaru Hebridunum. Eisini hevur verið vitjað í Norra og í Íslandi. Hetta er fyrsta vitjan hjá Juvél 2 í Innaru Hebridunum – ein søgulig vitjan!

Oyggin Mull er ein avsíðisliggjandi oyggj í Innaru Hebridunum har umleið 3.000 fólk búgva í smáum bygdaløgum runt um á oynni. Størsti býurin eitur Tobermory har 1.500 fólk búgva. Kajpláss og atløgumøguleikar hjá skipum er ikki av teim frægastu, men tað sær út sum, at Juvél 2 fer at kunna liggja við eina nýframleidda flótibrúgv í býnum Tobermory.

ALMENN MÓTTØKA
Tá komið verður til Tobermory verður almenn móttøka á bryggjuni, har hægsta umboði fyri Skotsku myndugleikarnar fer at taka ímóti og hava vælkomurøðu fyri Juvél og manningini. Kristiliga Tíðindasendingin spurdi Páll á Lakjuni, ein av leiðarunum í Atlantic Mission, hvønn týdning ein almenn móttøka hevur. Hann segði m.a. “Ein almenn móttøka skapar áhuga fyri vitjanini millum fólkið!”

Hesin túrurin hjá Juvél 2 kann kallast ein páskatúrur, tí skipið fer úr Føroyum miðskeiðis í apríl og kemur at liggja í Mull um páskahøgtíðina. Ætlanin er at fara við innbjóðingum og traktatum í hvørt hús á oynni at bjóða íbúgvunum til møtir og barnamøtir, sum bæði vera í landi og umborð. Skipið verður opið hvønn dag, og fólk eru vælkomin umborð til eitt prát og ein føroyskan drekkamunn.

Juvél 2 fer úr Føroyum beint undan Pálmasunnudegi og verður aftur í Føroyum fyrst i mai, og tá verður gjørt klárt til ein drúgvan og langan missiónstúr til Grønlands, har kósin verður sett móti Thule, sum liggur heilt har norðuri í Grønlandi. Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Juvél 2 í Thule. Tað er Óli Steinberg, sum skipar fyri Missión-Grønland.

MAKEDONISKT MASKINMEISTARARÓP
Óli Steinberg sigur annars við Kristiligu Tíðindasendingina, at teir hava ikki maskinmeistara til allar 4 mánaðarnar í ár. Hann sigur, at teir hava tørv á maskinmeistara í tíðarskeiðinum 27. mai til 04. juli og frá 12. august til 18. september. Møguleiki er at býta tíðina ímillum sín eftir egnum ynski. Um onkur ynskir at vita meir um hetta, er ein vælkomin at ringja til Óla Steinberg á telefon 275218 ella 457901.

Kristiliga Tíðindatænastan
v/ Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

 

 



Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi