Rák (36) Kvinnumál í 2019
Hesa vikuna verður sjóneykan sett á kvinnumál og hvørji tiltøk eru á skránni altjóða kvinnudagin, 8. mars.
Tosað verður við Katrin á Neystabø, aðalskrivara hjá Amnesty International Føroyar. Virðisgrundarlagið hjá Amnesty eru ST-mannarættindini og aðrir altjóða sáttmálar um mannarættindi. Vit tosa um hvørjar avbjóðingar kvinnur hava bæði altjóðað, í vestuheiminum og her hjá okkum. Katrin á Neystabø sigur m.a., at mest átrokandi trupulleikarnir hjá kvinnum her um leiðir, og í vesturheiminum, eru harðskapur í parløgum og nærsambondum, sálarligur harðskapur og hugburðurin kring neyðtøku.
Vit spyrja eisini føroyingar, hvørji kvinnumál tey halda eru týdningarmikil í 2019. Vit fáa boð frá Marnu Jacobsen, Birgir Waag Høgnesen, Rúna Nielsen, Elin Reinert Planck, Georg L. Petersen, Elin Hentze, Annu Paulinu Leo Olsen og Kára Sólstein.
Í sendingini verður eisini farið í smálutir við tiltøkum, sum eru á skrá í samband við altjóða kvinnudagin. Kristina Berg, frá kunningarstovuni í Fuglafirði, greiðir frá teirra tiltakið “Skal samfelagið skifta fortekn”, sum setur sjóneykuna á væntandi feministisk virðir í almanna rúminum.
Annika Bolton Mortensen er vertur í sendingini.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











