Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

TOM ROBERTS - gamal kenningur

Kristiligar Tíðindasendingar | 07/03-2019 15:03
LISA og TOM í heimi teirra á Bahama í 2019 | Mynd: Brita og Eli Smith


Samkomurnar í Føroyum fáa forvitnisliga vitjan av Bahama oyggjunum, tá Føroyavinurin Tom Roberts og kona hansara Lisa koma á vitjan í næstu viku.

Tað eru hjúnini Brita og Eli Smith, sum hava vitjað Tom og konu hansara í heimi teirra á Bahama oyggjunum, ið hava fingið vitjanina í lag. Seinast Tom var í Føroyum, var á várinum í 2011, tá hann ferðaðist runt oyggjarnar saman við vinmanninum og tulkinum Zacharias Zachariassen, sáli.

FYRSTA VITJAN
Fyrsta ferðin hjá Tom Roberts í Føroyum var í 1973. Hann var ókendur á okkara leiðum, og tað var fyrstu ferð, at ein myrkur evangelistur steig á talarapallin í brøðrasamkomunum í Føroyum. Hetta var óivað viðvirkandi til, at áhoyraraskarin var stórur longu á fyrsta møtinum. Men skarin av fólki, sum kom til møtini, vaks kvøld eftir kvøld, og nú var tað ikki tí, at fólkið vildi síggja henda myrka mannin, men boðskapurin hjá Tom Roberts rakti fólkið á ein serligan hátt, at tey ynsktu at hoyra meira.

Á hesi fyrstu vitjan hansara í 1973 vóru tað fólk í hópatali, bæði ung og eldri úr øllum landinum, sum komu til persónliga trúgv á Jesus Kristus, og sum til dagin í dag hava víst trúskap bæði innan brøðrasamkomuna og aðrar samkomur og kirkjur í Føroyum.

Eitt satt vinarband varð knýtt millum Tom Roberts og Zacharias Zachariassen, og fylgjandi mongu árini vitjaði hann javnan í Føroyum, har hann altið hevði væl vitjaðar møtirøðir um alt landi, har Zacharias trúfast stóð honum við lið sum hin ótroyttiligi tulkurin.

38 - 83
Tá Tom Roberts vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni var hann 38 ára gamal, í dag hevur hann bara endavent talinum og er í dag 83 ára gamal. Hann er framvegis virksamur sum evangelistur á Bahama oyggjunum. Tom sigur, at hann við hesi vitjan fegin ynskir at møta føroyingum og samkomum.  

Tom kemur ikki at hava møtirøðir á sama hátt sum áður, men skipað er fyri einstøkum evangeliskum møtum í nøkrum av samkomunum. Ein ferðaskrá er gjørd, sum kemur at liggja á heimasíðunum hjá EVR/Evangelisku Røddini og eisini á Lindini og fleiri øðrum heimasíðum.  

Tom og Lisa verða í Føroyum til seinast í apríl, og tey koma at vitja bæði á páskamøtunum á Tvøroyri og í Runavíkini.

Tá Tom vitjaði í 2011 hevði Kristiliga Sjónvarpsstøðin IKTUS samrøðu við hann, sum varð send í apríl mánaða sama ár. Vit hava hugt aftir hesi 8 ára gomlu upptøkuni við Tom, og leiðslan í IKTUS hevur avgjørt at endursenda samrøðuna við Tom, sum verður at síggja í IKTUS í næstu viku. Samrøðan verður umsett til føroyskt.

Tom og Lisa koma til Føroyar fríggjadagin 15. mars, og fylgjandi sunnudag talar hann í Nazaret í Kaldbak kl.11:00 og í Ebenezer kl.18:00.

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi